Wikipedia fowiki https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a MediaWiki 1.45.0-wmf.5 first-letter Miðil Serstakt Kjak Brúkari Brúkarakjak Wikipedia Wikipedia-kjak Mynd Myndakjak MediaWiki MediaWiki-kjak Fyrimynd Fyrimyndakjak Hjálp Hjálparkjak Bólkur Bólkakjak TimedText TimedText talk Module Module talk Fartelefon 0 9218 385179 381304 2025-06-15T21:33:37Z 200.24.154.85 385179 wikitext text/x-wiki [[Mynd:Mobile phone evolution.jpg|thumb|Her sæst hvussu fartelefonir hava broytt stødd og snið seinastu árini.]] [[Mynd:Typical cellphone SIM cards.jpg|thumb|Allar fartelefonir hava eitt simkort, sum inniheldur upplýsingar um fartelefonnummar og annað. Uttan simkortið virkar fartelefonin ikki.]] Ein '''fartelefon''' er ein tráðleys [[Telefonir|telefon]] at hava hjá sær, bæði heima og tá ein fer út ella at ferðast. Umframt tær vanligu funktiónirnar, ið ein vanlig telefon hevur, kann ein fartelefon eisini senda eini sms-boð til eina aðra fartelefon. Summar fartelefonir kunnu taka myndir og video, spæla tónleik við mp3-fílu, spæla útvarp og mangt annað. Menningin av fartelefonum hendir sera skjótt, og nú er eitt nýtt slag av fartelefonum, sum á enskum verða nevndar [[smartphone]]s. Hesar eru sum ein lítil útgáva av einari teldu, tær kunnu senda teldupost, hava ofta okkurt slag av brovsara, kunnu taka myndir og video. Tær fyrstu fartelefonirnar vóru sera stórar í mun til tær nýggjaru útgávurnar. Nú fær man tær í nógv minni støddum enn í fyrstani. Fartelefonir hava eitt battarí, sum av og á skal løðast. Til hvørja fartelefon hoyrir ein løðara, sum skal setast til vanligan streym, og so verður battaríið løtt av nýggjum. Tá fartelefonin er nøkur ára gomul heldur battaríið ofta uppat at virka og má skiftast út. Tað er ymiskt hvussu leingi eitt battarí varðir. Allar fartelefonir hava eitt simkort, sum inniheldur upplýsingar sum fartelefonin hevur brúk fyri, m.a. fartelefonnummarið. Ein fartelefon kann hava fast hald ella leyst hald. Tá ein hevur fast hald, so verður goldin ein ávís upphædd um mánaðin til ein ávísan veitara, í Føroyum kann veitarin t.d. vera [[Føroya Tele]] ella Vodafone. Um ein hevur leyst hald, so kunnu pengar fyllast á fartelefonina antin við at keypa umvegis internetið ella við at keypa eitt kort frá einum handli, har eitt ávíst loynital stendur, sum so skal tastast inn á telefonina. Tað finnast fleiri ymiskar fyritøkur, sum framleiða og menna fartelefonir. Nakrar av teimum mest kendur fyritøkunum eru: [[Nokia]], iPhone ([[Apple]]), [[Samsung]], [[LG]], [[Apple]], [[Sony Mobile|Sony]], [[Motorola]], [[RIM]], [[HTC]], [[Huawei]] og [[Honor]]. Nokia er ein finsk fyritøka, og hon hevur havt størsta partin av marknaðinum seinastu árini. Størsti kappingarneytin hjá Nokia er Samsung, sum er ein fyritøka úr Suðurkorea. == Søga == Fyrsta fartelefonin úr 1973 var 23 cm høg og vigaði meira enn eitt kg. Um tú løddi hana í 10 tímar, bar til at tosa í 20 minuttir. Henda fyrsta fartelefonin var ein Motorola DynaTAC. Martin Cooper tók eina tílíka telefon við sær út á [[Manhattan]] 3. apríl í 1973 og ringdi til Joel Engels, sum var høvuðsverkfrøðingur í felagnum Bell Labs, sum tá var argasti kappingarneyti hjá [[Motorola]]. Soleiðis kundi hann staðfesta sum stjóri í fyritøkuni, at Motorola hevði vunnið kappingina um at verða fyrst við fartelefonini <ref>http://www.foxnews.com/tech/2013/04/03/first-mobile-phone-call-was-placed-40-years-ago-today/</ref>. == Keldur == <references/> {{Commonscat|Mobile phones}} [[Bólkur:Tøknifrøði]] [[Bólkur:Telesamskifti]] [[Bólkur:Fartelefonir]] 7qkhjn1qqa8mdssjeqfhzksckvl8w5y Paralympiskir Leikir 0 17675 385178 381620 2025-06-15T21:22:09Z 200.24.154.85 /* Vertsbýir */ 385178 wikitext text/x-wiki [[Mynd:Paralympic flag (2010-2019).svg|250px|thumb|Paralympiska flaggið]] '''Paralympisku Leikirnir''' er ein stór altjóða ítróttarstevna fyri ítróttarfólk við kroppsligum ella sálarligum breki. Síðan Olympisku Leikirnir vóru hildnir í Soul í Suðurkorea í 1988 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir í sama býi og beint eftir teir Olympisku Leikirnir. Í 2012 verða leikirnir hildnir í London í september, har Olympisku Leikirnir fyri frísk ítóttarfólk vóru hildnir í London í juli og august. Allir Palalympiskir Leikir verða fyriskipaðir av Altjóða Paralympisku Nevndini (International Paralympic Committe, stytt IPC). Paralympisku Leikirnir hava ment seg frá at vera ein lítil ítróttarstevna, sum bretskir krígsveteranar frá Seinna Heimsbardaga tóku stig til í 1948 til at vera ein av heimsins størstu ítróttarstevnum ella ítróttartiltøkum. Fyrstu Paralympisku Leikirnir sum ikki bert vóru fyri krígsveteranar vóru hildnir í 1960 í [[Róm]],<ref>{{Cite web |url=http://www.cbc.ca/olympics/story/2008/09/02/f-paralympics-history.html |title=CBC.ca, Paralympics traces roots to Second World War |accessdate=2008-09-24 |archive-date=2008-09-24 |archive-url=https://web.archive.org/web/20080924014130/http://www.cbc.ca/olympics/story/2008/09/02/f-paralympics-history.html |dead-url=no }}</ref> har 400 ítróttarfólk frá 23 londum kappaðust. Síðan 1960 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir sama ár sum Olympisku Leikirnir. Paralympisku Leikirnir verða fyriskipaðir paralelt við [[Olympiskir Leikir|Olympisku Leikirnir]]. Tað eru bæði summarleikir og vetrarleikir fyriskipaðir. == Føroyar á Paralympisku Leikunum == Føroyar kunnu luttaka á Paralympisku Leikunum sum egin tjóð og undir Merkinum. Tá talan er um Olympisku Leikirnir mugu føroyingar luttaka undir donskum flaggi. Fleiri føroyingar hava luttikið á paralympisku leikunum og fleiri hava eisini vunnið heiðursmerki á leikunum. Í 1984 luttóku [[Katrin Johansen]], Ólavur Kongsbak og Kristvør Rasmussen, tey vunnu ikki nakað heiðursmerki. Á Paralympisku Leikunum í [[Seoul]] í 1988 vann [[Christina Næss]] 1 gull og 1 silvur heiðursmerki, [[Katrin Johansen]] vann eitt silvur og eitt bronsu heiðursmerki og [[Tóra við Keldu]] vann eitt silvur og 2 bronsu heiðursmerki. [[Johan Samuelsen]] luttók eisini í fleiri kappingum í 1988. Í 1992 luttóku Tóra við Keldu og Durid Svensson. Tóra vann tá eitt silvur heiðursmerki. Í 1996 í [[Atlanta]] vann Tóra við Keldu eitt silvur heiðursmerki. Ester Høj luttók eisini í fleiri kappingum í 1996. Í 2000 í [[Sydney]] vann [[Heidi Andreasen]] 3 silvur og eitt bronsu heiðursmerki. Esther Hansen luttók eisini í 2004. Í [[Athen]] 2004 vann Heidi Andreasen eitt bronsu heiðursmerki. Í 2008 luttók Heidi Andreasen fyri Føroyar, men tá eydnaðist tað henni ikki at vinna nakað heiðursmerki. Í 2012 svam Ragnvaldur Jensen fyri Føroyar, men hann vann ikki nakað heiðursmerki. Føroyar hava næstan bara luttikið innan svimjing á Paralympisku Leikunum, tó luttók [[Heini Festirstein]] í borðtennis í 1992.<ref>[http://www.paralympic.org/ipc_results/search.php?gender=all&medal=all&npc=FRO&games=all&sport=all Paralympics.org, yvirlit yvir føroyingar sum hava luttið á Paralympisku Leikunum og heiðursmerki, ið tey hava vunnið.]Tey sum ikki hava vunnið heiðursmerki eru eisini við á yvirlitinum.</ref> Í 2016 luttók svimjarin [[Krista Mørkøre]] fyri Føroyar<ref>[http://portal.fo/krista+morkore+vid+til+paralympisku+leikirnar+i+rio+2016.html Portal.fo - Krista Mørkøre við til Paralympisku leikirnar í Rio 2016]</ref>, og í Tokyo2020 var einasti luttakarin rennarin Hávard Vatnhamar ið kappaðist í marathon.<ref>{{Cite web|url=https://en.wikipedia.org/wiki/Faroe_Islands_at_the_2020_Summer_Paralympics|title=4}}</ref> == Vertsbýir == {| class="wikitable" |+'''Paralympisku Leikirnir - vertsbýir'''<ref name=games>{{cite web|title=Past Games|publisher=International Paralympic Committee|url=http://www.paralympic.org/Paralympic_Games/Past_Games/|accessdate=2010-04-07}}</ref> |- ! rowspan="2" | Ár ! colspan="2" | [[Summar Paralympisku Leikirnir]] ! colspan="2" | [[Vetrar Paralympisku Leikirnir]] |- ! Olympiada !! Vertsbýur !! Nummar !! Vertsbýur |- style="background:#efefef;" | 1960 || [[Summar-PL 1960|I Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Italia}} Rome, Italia|| || |- | 1964 || [[Summar-PL 1964|II Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Japan}} Tokyo, Japan|| || |- |1968 || [[Summar-PL 1968|III Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Ísrael}} [[Tel Aviv]], [[Israel]]|| || |- style="background:#efefef;" |1972 || [[Summar-PL 1972|IV Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Vestur Týskland}} [[Heidelberg]], Vesturtýskland|| || |- |1976 || [[Summar-PL 1976|V Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Kanada}} Toronto, Kanada || [[1976 Vetrar Paralympisku Leikirnir|I Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Svøríki}} [[Örnsköldsvik]], Svøríki |- style="background:#efefef;" |1980 || [[Summar-PL 1980|VI Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Niðurlond}} [[Arnhem]], Netherlands || [[1980 Vetrar Paralympisku Leikirnir|II Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Noreg}} [[Geilo]], Noreg |- |1984 || [[Summar-PL 1984|VII Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Stóra Bretland}} [[Stoke Mandeville]], United Kingdom<br />{{Flag|USA}} New York, USA || [[1984 Vetrar Paralympisku Leikirnir|III Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Eysturríki}} [[Innsbruck]], Eysturríki |- style="background:#efefef;" |1988 || [[Summar-PL 1988|VIII Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Suðurkorea}} [[Seoul]], Suðurkorea || [[1988 Vetrar Paralympisku Leikirnir|IV Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Eysturríki}} [[Innsbruck]], Eysturríki |- |1992 || [[Summar-PL 1992|IX Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Spania}} [[Barcelona]], Spania || [[1992 Vetrar Paralympisku Leikirnir|V Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Frakland}} [[Tignes]] & [[Albertville]], Frakland |- style="background:#efefef;" |1994 || || || [[Vetrar-PL 1994|VI Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Noreg}} [[Lillehammer]], Noreg |- |1996 || [[Summar-PL 1996|X Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|USA}} [[Atlanta, Georgia|Atlanta]], United States || || |- style="background:#efefef;" |1998 || || || [[Vetrar-PL 1998|VII Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Japan}} [[Nagano]], Japan |- |2000 || [[Summar-PL 2000|XI Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Avstralia}} Sydney, Avstralia || || |- style="background:#efefef;" |2002 || || || [[2002 Vetrar Paralympisku Leikirnir|VIII Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|USA}} [[Salt Lake City, Utah|Salt Lake City]], USA |- |2004 || [[Summar-PL 2004|XII Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Grikkaland}} [[Athen]], Grikkaland || || |- style="background:#efefef;" |2006 || || || [[2006 Summar Paralympisku Leikirnir|IX Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Italia}} [[Torino]], Italia |- |2008 || [[Summar-PL 2008|XIII Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Kina}} Beijing, Kina || || |- style="background:#efefef;" |2010 || || || [[2010 Vetrar Paralympisku Leikirnir|X Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Kanada}} Vancouver, Kanada |- |2012 || [[Summar-PL 2012|XIV Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Stóra Bretland}} London, Stórabretland || || |- style="background:#efefef;" |2014 || || || [[2014 Vetrar Paralympisku Leikirnir|XI Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Russland}} [[Sochi]], Russland |- |2016 || [[Summar-PL 2016|XV Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Brasil}} [[Rio de Janeiro]], [[Brasil]] || || |- style="background:#efefef;" |2018 || || || [[Vetrar-PL 2018|XII Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Suðurkorea}} [[Pyeongchang]], Suðurkorea |- |2020 || [[Summar-PL 2020|XVI Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Japan}} Tokyo || || |- |2022 || [[Vetrar-PL 2018|XIII Vetrar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Kina}} Beijing || || |- |2024 || [[Summar-PL 2024|XVII Summar Paralympisku Leikirnir]] || {{Flag|Frakland}} París || || |} == Keldur == <references/> == Slóðir úteftir == {{Commonscat|Paralympic Games}} * [http://www.paralympic.org/ Almenn heimasíða] * [http://www.paralympic.org/ipc_results/search.php?gender=all&medal=all&npc=FRO&games=all&sport=all Paralympic.org, Føroyingar á Paralympisku Leikunum og heiðursmerki, um tey hava vunnið nøkur] * [http://isb.fo/sogan.html ISB.fo, Søgan - Heimasíðan hjá ÍSB, sum er ítróttasambandið fyri brekað í Føroyum] * [http://www.paralympicsport.tv/ Paralympic Sport TV, net-sjónvarpskanal hjá Altjóða Paralympisku Nevndini (International Paralympic Committee - IPC)] *[http://www.paralympic.org/export/sites/default/Media_Centre/Media_Information/2009_07_Paralympic_Games_Facts_and_Figures.pdf Paralympisku Leikirnir – Fakta og talvur] [[Bólkur:Ítróttartiltøk]] [[Bólkur:Olympiskir Leikir]] [[Bólkur:Paralympiskir Leikir]] idgvwwq0tuvbagu02odfh06wmjbxazu Brúkarakjak:Bjornkarateboy 3 46473 385177 385176 2025-06-15T12:25:02Z Bjornkarateboy 31279 Slettaði alt innihald á síðuni 385177 wikitext text/x-wiki phoiac9h4m842xq45sp7s6u21eteeq1 Brúkarakjak:KiranBOT 3 46477 385180 2025-06-16T09:49:58Z KiranBOT 32666 soft redirect to [[:en:user talk:sernamekiran]] 385180 wikitext text/x-wiki {{soft redirect|en:User talk:Usernamekiran}} qr0mf2vw16c27hfhur0f0o18ckxriwd Brúkarakjak:Usernamekiran 3 46478 385181 2025-06-16T09:50:02Z KiranBOT 32666 soft redirect to [[:en:user talk:sernamekiran]] 385181 wikitext text/x-wiki {{soft redirect|en:User talk:Usernamekiran}} qr0mf2vw16c27hfhur0f0o18ckxriwd