Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.46.0-wmf.21
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Jan Mayen
0
9099
387846
382367
2026-03-29T15:27:10Z
~2026-19490-91
34462
/* Landafrøði */
387846
wikitext
text/x-wiki
{{Infoboks oyggj
| navn = Jan Mayen
| mynd = Beerenberg_JanMayen.JPG
| myndtekstur = Myndin er av gosfjallinum [[Beerenberg]] á Jan Mayen í [[august]] [[2005]].
| kort = Jan_Mayen_in_Nordland,_Norway_and_Europe.png
| stað =
| koordinater = <!--{{coor dm|70|59|N|8|32|E}}-->
| vídd = 377
| hægsta punkt = Beerenberg
| hædd =
| land = {{flagg|Noreg}}
| land umsitingar flokking heitið =
| land umsitingar flokking =
| land størsti býur = Olonkinbyen
| land størsti býur fólkatal =
| fólkatal = 35
| fólkatal ár = 2023
| íbúgvatættleiki =
}}
'''Jan Mayen''' er ein lítil gosoyggj í [[Arktis]] sum hoyrir til [[Noreg]]. Hetta er vestasta stað í Noregi. Landaøki er 375 ferkilometrar og havøki og botnurin kring oynna, er umleið 4315 ferkilometrar<ref>http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5679{{Deyð leinkja|date=October 2023 |bot=InternetArchiveBot |fix-attempted=yes }}</ref>. Jan Mayen er 560 km norðan fyri [[Ísland]] og góðar 1000 kilometrar vestan fyri Noreg. Í stødd er hon nakað sum [[Streymoy]]ggin. Ein herstøð og ein veðurstøð eru á oynni. Tað er eisini ein flogvøllur á oynni. Oyggin er nærum 55 km long og 15,8 km har hon er breiðast. Strandalinjan er 124 km. Fleiristaðni eru jøklar, stórar ísfløtur, bréir, sum norðmenn kalla tær, tann størsti eitur Sørbreen. 30% av landslagnum á Jan Mayen er skriðjøklar.
20 fólk búleikast á Jan Mayen. Tey arbeiða á veðurstøðini og radarstøðini á oynni. Íbúgvarnir á oynni tosa øll norskt. Olonkinbýur er høvuðsbýur á oynni.
Nógvir [[sjófuglar]] eiga í Jan Mayen, til dømis [[íslandslomvigi]] og [[fulkubbi]].<ref>https://www.nrk.no/nordland/norges-eneste-aktive-vulkan-1.7050299</ref> Ongi [[trø]] vaksa yvirhøvur, men 75 ymisk blómandi [[Plantur|plantusløg]] finnast, 62 [[Soppar|soppasløg]] og 180 mosasløg. Allur vøkstur er lágur, so hann kann væl vardur í hvassa vindinum.
==Søga==
Í 1921 søkti [[Jósup Hansen]] (beiggi Marionnu, konu Pól í Homrum) og nakrir kollfirðingar um stuðul til rannsóknarferð til Jan Mayen. Sýslumaðurin fær umsóknina frá fútanum til ummælis. Hann sigur, at tá minst 4 av umsøkjarunum eru til skips, so er ikki ætlanin, at ferðin verður gjørd í ár. Hann leggur afturat, at formaðurin er handilsmaður, og hinir umsøkjararnir eru vanligir fiskimenn, sum ikki hava nakrar serligar førleikar til eina slíka ferð.
Jósup fær ikki tey bestu ummælini frá sýslumanninum. Hann hevur tvey tey seinastu árini havt handil í [[Kollafjørður|Kollafirði]], og har hevur hann víst stórt ódugnasemi, so sýslumaðurin metir hann at vera heilt óskikkaðan at vera formaður fyri eini slíkari ferð.
Annars helt sýslumaðurin, at høvdu tað verið væl skikkaðir umsøkjarar, so var tað ikki óhugsandi, at almennur stuðul átti at verið veittur til eina slíka kanningarferð. Teir, ið ætlaðu at gera ferðina vóru Jósup Hansen, Sámal Petur Petersen, Emil Petersen, Niklái Petersen, Petur Elias Debes, Jákup Martin Djurhuus, Sámal Andreas Djurhuus og Sámal Petur Thomsen.
Jan Mayen var eitt ongamannaland í 1921. Men í 1922 hertóku normenn Jan Mayen og í 1930 var tað formliga ein partur av norska kongaríkinum. Eingin er fastbúgvandi á Jan Mayen, men Meteorologisk Institut og norska verjan hava manning á oynni, sum hava ábyrgd av flogvøllinum og ymiskum øðrum.
==Landafrøði==
[[Mynd:Vegetation_auf_Jan_Mayen_zwischen_Walknochen_und_angespülten_Baumstämmen.png|thumb|right|250px|Vøkstur á Jan Mayen.]]
Jan Mayen er av vulkanskum uppruna. Har er svartur sandur og sera brøtt berg. Hægsta fjallið er 2,277 m. høga [[gosfjall]]ið Beerenberg. Beerenberg er norðasta gosfjall í heiminum. Beerenberg er eisini einasta gosfjallið í Noregi. Hetta fjallið liggur í norðara partinum. Tað er eitt virkið gosfjall, ið nær sum helst kann fara at goysa. Gosfjallið hevur ikki goyst síðani 1985. Beerenberg hevur goyst 6 ferðir síðani fyrsta kenda gosið varð staðfest í 1732.
Jan Mayen er á Norðuratlantsrygginum, sum gongur mitt norður ígjøgnum [[Atlantshavið]]. Á hesum ryggi koma tvær [[Meginlandarák|jarðarplátur]] saman, evrasiatiska plátan og amerikanska plátan. Har sum plátur fara sundur, verða rivur í jørðini. Grótbræðing spríkir upp og fyllir rivuna. Hendir hetta á botni, verður ein fjallaryggur bygdur. Soleiðis varð Norðuratlantsryggur til. Onkustaðni kemur tað hægsta á rygginum upp undan sjónum. Soleiðis er Jan Mayen vorðið til. Jan Mayen veksur, tí undirgrundin verður trýst upp.
Oyggin er á 71° stigum norður, á sama stigi sum [[Finnmark fylki|Finnmark]] í Noregi. Veðurlagið er pólveðurlag. Miðalhitin er -3 stig. Her eru tvey vøtn, Nordlaguna og Sørlaguna. Meginparturin av oynni er friðað lendi.
Jan Mayen er nógv minni enn [[Føroyar]]. Jan Mayen er nevniliga bara 377 ferkilometrar til støddar, men Føroyar eru 1,399 ferkilometrar.
== Oljuvinna ==
[[Mynd:JanMayen.jpg|thumb|right|250px|Jan Mayen sæð úr fylgisveini.]]
Olja fyri 6000 milliardir kr er at finna í økinum ímillum [[Ísland]] og Jan Mayen. Hildið verður, at 10 milliardir tunnur av olju eru í økinum. Noreg eigur sín part av leiðini, men hevur ongar ætlanir um at bora eftir olju við Jan Mayen. Fyri fyrstu ferð hava tó norsku oljumyndugleikarnir í 2014 tikið Jan Mayen við í almennu metingina um landsins komandi oljuleiðir <ref>http://www.npd.no/no/Tema/Ressursregnskap-og-analyser/Temaartikler/Ressursregnskap/2013/</ref>. Tann nýggja metingin er knappar 600 milliónir rúmmetrar størri enn tann seinasta, og 60 prosent av vøkstrinum stava frá landssynningspartinum av Barentshavinum og Jan Mayen-leiðini <ref>http://www.aftenbladet.no/energi/Olje-mal-blir-vanskelig-a-na-3368222.html#.UyfQRVFdXv0{{Deyð leinkja|date=October 2023 |bot=InternetArchiveBot |fix-attempted=yes }}</ref>. Tann vanliga uppfatanin er, at teir norsku oljumyndugleikarnir eru rættiliga varnir, tá teir skulu meta um tilfeingið í norskum øki. At myndugleikarnir nú taka Jan Mayen-økið við í metingina vísir, at serfrøðingarnir hjá myndugleikunum eru komnir til ta niðurstøðu, at grundarlag er fyri at vænta munandi olju og gass haðani. Metingin hjá norsku myndugleikunum er, at 90 milliónir rúmmetrar kunnu fáast úr norska partinum av Jan Mayen-leiðini. Hetta er munandi minni enn fyrr mett, tí onkur meting hevur ljóðað upp á heilar 640 milliónir rúmmetrar ella einar fýra milliardir tunnur av olju <ref>{{Cite web |url=http://www.tu.no/petroleum/2014/03/03/sa-mye-olje-og-gass-er-det-igjen-pa-norsk-sokkel |title=Archive copy |accessdate=2014-03-18 |archive-date=2014-05-02 |archive-url=https://web.archive.org/web/20140502185923/http://www.tu.no/petroleum/2014/03/03/sa-mye-olje-og-gass-er-det-igjen-pa-norsk-sokkel |dead-url=yes |archivedate=2014-05-02 |archiveurl=https://web.archive.org/web/20140502185923/http://www.tu.no/petroleum/2014/03/03/sa-mye-olje-og-gass-er-det-igjen-pa-norsk-sokkel }}</ref>.
Ísland eigur part av Jan Mayen-leiðini, tann sokallaða Drekaleiðin, men íslendsku myndugleikarnir hava ongantíð kunngjørt, hvussu nógv kolvetni man vera í íslendskum øki. Tann einasta tøka metingin er tann, sum koma frá felagnum Eykon í 2013. Tá metti felagið, at einar seks milliardir tunnur av olju eru í tí íslendska økinum við Jan Mayen. Men eftir eini avtalu frá 1981, skal Noreg hava 25 prosent av oljuni sum íslendingar finna í økinum <ref>http://www.dagbladet.no/2014/02/15/nyheter/olje/island/draki/oljeleting/31734897/</ref>.
== Myndarøð ==
<gallery>
Mynd:Jan_mayen-station_hg.jpg|Olonkinbýur er einasta bygd á oynni.
Mynd:Jan_Mayen_topography_no.png|Topografisk kort.
Mynd:Beerenberg_Jan_Mayen.JPG|Beerenberg er eitt 2.277 metrar høgt gosfjall. Seinast, tað goysti, var í 1985.
Mynd:Jan_mayen_coast_hg.jpg|Jan Mayen er av vulkanskum uppruna eins og Føroyar.
Mynd:Atlantic_bathymetry.jpg|Jan Mayen liggur á Miðatlantsrygginum, har sum eldgosini enn eru virkin.
</gallery>
== Sí eisini ==
* [[Noreg]]
== Keldur ==
<references/>
{{Kongsríki_Noreg}}
{{Commonscat}}
[[Bólkur:Oyggjar í Noregi]]
[[Bólkur:Noreg]]
[[Bólkur:Oyggjar]]
4hg67w05gx8ijyc8t3pn1qot3vodtq4
387847
387846
2026-03-29T15:28:47Z

Jan Mayen er nógv minni enn [[Føroyar]]. Jan Mayen er nevniliga bara 377 ferkilometrar til støddar, men Føroyar eru 1,399 ferkilometrar. Jan Mayen er júst á stødd við [[Streymoy]]nna, men er umleið tríggjar ferðir so høg.

7r84sg98nnoagf1ai200017sty4djbq