Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.46.0-wmf.24
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Merkið
0
1348
387980
384673
2026-04-23T12:21:45Z
~2026-24842-34
34649
tað riggar væl
387980
wikitext
text/x-wiki
[[Mynd:Flag of the Faroe Islands.svg|thumb|right|250px|Føroyska flaggið verður rópt Merkið.]]
[[Mynd:Flag of the Faroe Islands (tail).svg|thumb|200px|Splitflag]]
'''hey :) Merkið''' er [[Føroyar|føroyska]] flaggið. Merkið, tann [[25. apríl]] [[1940]] varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av [[Stóra Bretland|bretska hersetingarvaldinum]]. Flaggið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum. Ítróttafólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar, veittraði Merkið í mastrartoppinum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Samstundis er Merkið okkara tjóðarbúmerki, og hevur tí ein týðandi leiklut í bæði okkara samleika og samfelagi.
Fleiri tykkara minnast tíðina áðrenn Merkið varð viðurkent. Og tit minnast tað stríð, ið skuldi til, áðrenn føroyingar kundu savnast um Merkið. Eftir 21 ára stríð og harða mótstøðu móti tí, bæði úr [[Danmark]] og innanhýsis í [[Føroyum]], varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í bardagaárunum.
== Søga ==
[[Mynd:Faroe stamp 195 trawler nyggjaberg.jpg|thumb|[[Trolar]]in [[Nýggjaberg]] úr [[Miðvágur|Miðvági]]. Hann hvarv í mars [[1942]] á veg undan [[Ísland]]i, og eingin av manningini, 21 mans, spurdist aftur. Líkt er til, at ein [[Týskland|týskur]] [[kavbátur]] hevur søkt hann við [[torpedo]].]]
Eins og alt annað, so hevur eisini føroyska Merkið sína søgu. Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av [[Føroyar|føroysku]] studentunum Emil Joensen, [[Jens Olivur Lisberg]], [[Janus Øssurson|Janusi Øssurssyni]] og [[Pauli Dahl|Paula Dahl]] í [[Keypmannahavn]] longu í juni [[1919]], og longu tíðliga í [[1920-árini|1920-árunum]] vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir [[1930]], men loyvt var tað ikki, og eitt [[flaggstríðið|flaggstríð]] tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og [[Danmark|donsku]] myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Fyrsta skipið, ið sigldi undir merkinum var M/S Galathea av Skálafjørðinum, við Jóhan Frederik Helmsdal sum skipara. M/S Galathea sigldi av Vági til Aberdeen 7. mars 1940. Meðan teir lógu í Aberdeen lógu sluppirnar Thor og Eysturoy eisini við bryggju. Tær høvdu báðar Dannebrog á stong, men drógu tað niður meðan Galathea lá við bryggju. Helst hevur hetta verið avtalað millum skipararnar. Boðini frá [[Stóra Bretland|bretska]] hersetingarvaldinum [[25. apríl]] [[1940]] vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni.
[[Mynd:Fámjin.flag.jpg|thumb|left|Fyrsta Merkið í [[Fámjins kirkja|Fámjins kirkju]].]]
Seinnapartin [[13. apríl]] [[1940]] komu tveir vápnaðir trolarar og krússarin ''Suffolk'' á [[Havnarvágur|Havnarvág]] og eitt herlið frá [[Royal Marines]] var sett á land. [[Bretska hersetingin í Føroyum|Bretska hersetanin av Føroyum]] var byrjað. Føroyingar tóku móti bretsku herdeildunum sum vinir, og viðurskiftini við hersetingarvaldið vóru yvirhøvur góð tey 5 krígsárini. Løgtingið mótmælti tó bretsku hersetingini av Føroyum, men mótmælið var bara ímyndarligt.
Á føroyskum leiðum sigldu nógvir týskir kavbátar og frá støðum í [[Noreg]]i sveimaðu nógv týsk bumbuflogfør, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimum sameindu vesturi í [[hav]]i. Hugsast kundi, at rættiligt [[kríggj]] kom at standa í [[Atlantshav|Norðuratlantshavi]]. Tí høvdu Føroyar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu [[flogvøll]] við hangari og flogstøð til vatnflogfør, settu loftverjukanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar.
[[Mynd:Faroe stamp 196 schooner sanna.jpg|thumb|[[Skonnart]]in ''Sanna'' av [[Toftir|Toftum]]. Í juli 1942 varð hon søkt stutt norður úr Kallinum av týskum flogfari, ið kastaði bumbur og skeyt við maskinbyrsum og granatum. Manningin, 8 mans, slapp í bátin og bjargaðist.]]
[[Mynd:Logting olai 1930, faroe islands.jpg|thumb|Á [[Ólavsøka|Ólavsøku]] [[1930]].]]
[[Hav|Havið]] um Føroyar gjørdist sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr [[Ísland]]i á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini ''Faroes'' og ''Føroyar'' skuldu verða málað á skipsíðurnar.
Kríggið var Føroyum dýrt. Skip, ið fiskaðu ella sigldu við fiski til bretskar havnarbýir, vórðu minusprongd, torpederað ella søkt av kavbátum, onnur vórðu álopin av flogførum, ið kastaðu bumbur og skutu við maskinbyrsum. 1/3 av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn og 150 mans í bestu árum doyði. Hetta var meira enn ½ av fólkinum. Síðan [[1947]] hevur [[25. apríl]] verið hildin sum føroyskur [[flaggdagur]]. Tá hava skúlabørnini frí og flaggdagshald er víða hvar um bygdir og býir. Sum vera man leita tankarnir tá til teirra, ið fullu í krígnum. Í sambandi við, at [[heimastýri]] varð sett á stovn í [[1948]], var Merkið endiliga viðurkent av donskum myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga.
== Úr Løgtingslóg um flaggið ==
:''[[Føroyar|Føroya]] flagg er hvítt [[krossmerki]]. Krossurin er fagurreyður (PMS 032) og azurblárandaður (PMS 300). Reyði liturin er 1/8 av flaggsins breidd og bláu rendurnar 1/2 av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru ferhyrndir. Teir næst stongini javnliðaðir, men hinir tvær ferðir so langir. Munurin millum breidd og longd flaggsins er sum 8-11.''
== Sjá, tú blánar ==
Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.

Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,

syngur tjóðin tær glaðasta song.

Um enn nær ella fjart

ert tú sál míni kært,

sum tú fedrunum vart;

tí tú glógvar so bjart

sum tú sóleyga bart

gjøgnum náttmyrkrið svart,

blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,

tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;

og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,

síggi brim randa strendur og berg,

hoyri vetrarins brot

boða summarsins lot,

hoyri heystmyrka lag,

boða várljósan dag.

Fylkjast rað vit í rað,

kenna hjørtuni tað:

vit við tær stevna stinnir avstað.
* Orð: [[Hans Andrias Djurhuus]], [[1920]]
* Lag: [[Gunnar Mikkelsen]]
== Keldur ==
* [http://www.stamps.fo/default.asp?catalog%5Fname=Frim%E6rker&category%5Fname=Miniark&product%5Fid=194 Postverk Føroya]{{Deyð leinkja|date=October 2023 |bot=InternetArchiveBot |fix-attempted=yes }}
* [http://www.logir.fo/foldb/llofo/1959/0000042.htm Logtingslóg nr. 42 frá 17.07.1959 um flaggið]
== Sí eisini ==
* [[Flaggdagar]]
* [[Flaggdagur]]
* [[Krossmerki]]
{{Commonscat|Flags of the Faroe Islands}}
{{mánaðargrein}}
[[Bólkur:Fløgg]]
[[Bólkur:Føroyar]]
3zp9g2bnxuuizycn17ckkley5ex5wl6
Brúkarakjak:Ран-кан
3
18392
387981
332811
2026-04-23T16:55:23Z
J ansari
18715
J ansari flutti síðuna [[Brúkarakjak:Ранко Николић]] til [[Brúkarakjak:Ран-кан]]: Automatically moved page while renaming the user "[[Special:CentralAuth/Ранко Николић|Ранко Николић]]" to "[[Special:CentralAuth/Ран-кан|Ран-кан]]"
332811
wikitext
text/x-wiki
{{vælkomin|[[Brúkari:Niceley|'''N'''iceley]] 6. feb 2013 kl. 00:19 (UTC)}}
9589nmy88igar9dc4qhq1w48yuscnjd
Brúkarakjak:Ранко Николић
3
46583
387982
2026-04-23T16:55:23Z
J ansari
18715
J ansari flutti síðuna [[Brúkarakjak:Ранко Николић]] til [[Brúkarakjak:Ран-кан]]: Automatically moved page while renaming the user "[[Special:CentralAuth/Ранко Николић|Ранко Николић]]" to "[[Special:CentralAuth/Ран-кан|Ран-кан]]"
387982
wikitext
text/x-wiki
#REDIRECT [[Brúkarakjak:Ран-кан]]
3k9qzznvc9rkxsr5il0iivsluz4g7mh