Wikipedia
fowiki
https://fo.wikipedia.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a
MediaWiki 1.47.0-wmf.15
first-letter
Miðil
Serstakt
Kjak
Brúkari
Brúkarakjak
Wikipedia
Wikipedia-kjak
Mynd
Myndakjak
MediaWiki
MediaWiki-kjak
Fyrimynd
Fyrimyndakjak
Hjálp
Hjálparkjak
Bólkur
Bólkakjak
TimedText
TimedText talk
Module
Module talk
Event
Event talk
Kalsoy
0
871
389103
360216
2026-08-16T21:48:53Z
~2026-45110-32
35411
Kalsoy er partur av Klavsvíkar kommunu + upprudding
389103
wikitext
text/x-wiki
{{Infoboks_Oyggj
| navn = Kalsoy
| mynd = Position_of_Kalsoy_on_Faroe_map.png
| vídd = 30,87
| vatn = 0,0
| íbúgvar = 95
| íbúgvar_ár = 2014
| íbúgvar_km2 = 4,8
| land = {{flag|Føroyar}}
| viðmerkingar =
}}
'''Kalsoy''' er ein long og smøl oyggj, sum eisini er tann vestasta av teimum seks [[Norðuroyggjar|Norðuroyggjum]]. Til víddar er hon 31 ferkilometrar, og vegasamband og fýra tunlar gera tað koyrandi millum allar bygdirnar. Hon hevur 4 smáar bygdir ([[Syðradalur, Kalsoy|Syðradalur]], [[Húsar]], [[Mikladalur]] og [[Trøllanes]]), sum eru bundnar saman við vegum og 4 tunlum.
Kalsoy er partur av [[Klaksvíkar kommuna|Klaksvíkar kommunu]]. Áður vóru á Kalsoynni kommunurnar [[Mikladalur|Mikladals kommuna]], sum fevndi um bygdirnar Mikladal og Trøllanes, og [[Húsa kommuna]], ið fevndi um bygdirnar Húsar og Syðradal. men eru tær nú lagdar saman við Klaksvíkar kommunu.
Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um [[Kópakonan|Kópakonuna]] í [[Mikladalur|Mikladali]].
== Landafrøði ==
Kallsoyggin er ein smøl norð- suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg. Norðantil, serliga vestursíðan, er høgt berg, men longur suðuri lækkar bergið og verður til brattar líðir og skorar, undirhagin er lítil á verstursíðuni. Eystursíðan er meira grøn og ikki so brøtt. Á oynni eru í alt 11 dalar. Oyggin verður meira høglig longur suður ein kemur. [[Nestindar]] (788 m.) eru hægsta fjall á Kalsoynni. Næsthægsta fjallið er [[Botnstindur]], sum er 743 m. høgt.
Navnið hevur Kalsoy eftir Kallinum, sum var drangur norðast á oynni.
== Djóra og plantulív ==
Á Kallsoynni er nógvur haga/land[[fuglur]]. Norðantil er nógvur [[bjargafuglur]]. [[Hara]]n er einasta villini súgdjórið á oynni, og hvørki [[Mús|mýs]] ella [[Brún rotta|rottur]] finnast, hóast rotta finst á øllum grannaoyggjunum.
Plantulívið er áhugavert og fleiri sjáldsamar [[plantur]] finnast bæði við Galvin og í norðasta parti av oynni. Kalsoyggin er einasta oyggin Føroyum, har tað er staðfest at øll fýra sløgini av føroyskum [[Pílur|píli]] vaksa .
== Bygdir ==
Bygdirnar, ið allar liggja á eystursíðuni á oynni, eita Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes. Fyrr var eisini bygdin Blankskáli á vestursíðuni á oynni, men eftir ógvusligt skalvalop í 1809 flutti alt fólkið haðani og búsettist í Syðradali í staðin.
* [[Blankskáli]], útdeyð
* [[Húsar]]
* [[Mikladalur]]
* [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradalur]]
* [[Trøllanes]]
== Vinnuvegir ==
Kalsoy er eitt landbúnaðarøki; tey flestu ársverkini eru í [[Landbúnaður|landbúnaðinum]], harnæst kemur arbeiðið á Smoltstøðini í [[Knúksdali]]. Onnur ársverk eru fraktkoyring, busskoyring og læraravstarvið. Parttíðarstørv eru í landbúnaðinum, hjá landsverkfrøðinginum, í handlinum, postútbering, heimahjálp, ein smiður, lastbilakoyring og nakrir eru sjómenn. Nøkur hava sítt dagliga yrki í [[Klaksvík]] og aðrastaðnis, onkur av hesum ferðast til arbeiðis og aftur, hvønn dag. Ferðavinnan er við at fáa fótin fastan, og virksemi hjá Sp/f Viljanum fevnur um [[Matur|mat]] og túrar í oynni. Smiðjan hjá Mikkjal á Trøllanesi er eisini eitt handverk- og ferðavinnutiltak, umframt onnur ferðavinnutiltøk sum eru ávegis. Síðani tunlarnir komu á oynni og lunnar vóru lagdir fyri góðum ferðasambandi, er virksemi økt.
Nógv [[Seyður|seyðahald]] er í oynni, og í [[Mikladalur|Mikladals kommunu]] er eisini nógv neytahald. Har eru eini 40-50 neyt, av hesum eru 25 mjólkineyt, sum øll eru á [[Trøllanes]]i. Annars eru kalsoyingar til skipsfiskiskap, nakrir arbeiða í Klaksvík, og seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at sambinda allar bygdirnar í oynni við vegum og tunlum. Tað eru fýra tunlar í oynni, sum samanlagt hava eina longd uppá 5.500 metrar. Ein smoltstøð er í Knúksdali millum [[Húsar]] og [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradal]], og har arbeiða 5 til 10 fólk. Støðin framleiðir 1,7 millión smolt um árið.
== Kend fólk ==
[[Mynd:Kalsoy_1.jpg|thumb|right|250px|Vestursíðan av oynni.]]
* '''[[Hans Jákup Glerfoss]]''' úr [[Mikladalur|Mikladali]] (f. 1937) er yrkjari og listamálari. Hann málar serliga litirnar upp ímóti tí gráa og svarta. Listaverkini hjá Hans Jákupi eru ofta lýsingar av fólki og figurbólkum við blýanti, penni og tushpensli.
* '''[[Gunnleivur Glerfoss]]''' úr Mikladali (1948-91) var fittur í hondunum og hegnismaður. Umframt sítt handverk gjørdi hann eisini nógv við at mála og tekna. Eftir Gunnleiv finnast nógvar tekningar og málningar kring landið.
* '''[[Hans Hansen]]''' úr Mikladali (1920-1970) var nógv bundin at heimbygdini, landslagnum og fólkinum har. Hans gekk eisini nýggjar leiðir innan málningalist, hann kunnaði seg m.a. um mosaik- og frescoteknikk. Íblásturin frá frescomálningum sæst aftur í hansara oljumálningum.
* '''[[Fridtjof Joensen]]''' úr Mikladali (1920-1988) var maskinmeistari og í mong ár við fiskiskipi. Í frítíðini gjørdi hann træskurðir. Sum 47 ára gamal fór hann á myndahøggaraskúla í [[Danmark]]. Umframt træ nýtti Fridtjof eisini tilfar sum [[jarn]], [[kopar]], stál og [[aluminium]]. Standmyndir, sum Fridtjof hevur evnað til, standa í nógvum bygdum og býum kring landið.
* '''[[Poulina Joensen]]''' úr Mikladali (1921-1996) er kend fyri sínar naturalistisku málningar í ljósum, klárum litum. Hon gjørdi eisini blýantstekningar og málaði nógv á postalín.
* '''[[Eliesar í Pálsstovu]]''' (1880-1957) var hegnismaður. Hann málaði, teknaði og gjørdi træskurðir. Hann var eisini kendur fyri sínar glaseringar (mála áringar á vegg). Listaverk hjá Eliesari eru at síggja í nógvum heimum, umframt á apotekinum á Fornminnasavninum í [[Klaksvík]], har hann millum onnur hevur prýtt veggin við myndum.
* '''[[Absalon Guttormsen]]''' av [[Trøllanes]]i (1830-1902) var hegnismaður og kendur fyri at vera framburðssinnaður og skapandi. Hann var, umframt at vera smiður, lærari, bóndi og tingmaður, eisini fotografur. Fleiri av myndum hansara eru í Kalsoynni og á Fornminnasavninum í Klaksvík.
* '''[[Johanna Mathea Skaale]]''' av Trøllanesi (1906- 2007) búsettist í [[Tórshavn]], men hon var fødd og uppvaksin á Trøllanesi. Hon var kend fyri sítt hegni, serliga at seyma og evna pløgg til. Eitt tíðarskeið seymaði Johanna Mathea m.a. fyri tey fínu í Keypmannahavn: hon var við til at seyma kjólan hjá Alexandrinu drotning, ommu [[Margrethe II|Margretu]], sum hon nýtti til forlovilsisveitsluna hjá Fríðriki og Ingrid í 1934.
* '''[[Katrina á Trøllanesi]]''' var eitt umboð fyri mentanina á Trøllanesi; hon umboðaði handalagið og hegnið, sum framvegis er eitt eyðkenni fyri tey í Útistovu. Hon gav út bók um plantuliting, sum var hennara serfrøði úr heimbygdini. Í 1973 fekk hon Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Hesa virðisløn fekk hon fyri bókina Plantuliting. “Bókin er bæði eitt hent upplýsingarverk og lívsverkið hjá einari ídnari og kønari kvinnu. Vit hava ikki ivast í at lata høvundin fáa virðisløn fyri hetta verkið”, stendur m.a. í lýsingini av virðislønini. Hon var av ídnastu loysingarfólkum.
== Myndasavn ==
<gallery>
Mynd:Sydradalur.2.jpg|Syðradalur.
Mynd:Kalsoyarfjordur,_Faroe_Islands.jpg|[[Kalsoyarfjørður]].
Mynd:Faroe_stamp_348_kalsoy.jpg|Frímerki frá 1999.
Mynd:Kalsoy_map.jpg|Kort.
</gallery>
{{Oyggjar}}
{{Commonscat}}
[[Bólkur:Kalsoy|*]]
n5j4ywoxxmjnq0ozt2k9och2qiymtch
Húsa kommuna
0
2197
389098
347683
2026-08-16T20:59:05Z
~2026-44876-64
35410
Samanleggin við Klaksvíkar kommunu
389098
wikitext
text/x-wiki
{{Infoboks Kommuna|
navn = Húsa kommuna|
búmerki = |
kommunukort = Map-position-husa-kommuna-2005.png|
borgarstjóri = |
vídd = 17|
íbúgvar = 50|
íbúgvar_ár = 2012|
íbúgvar_km2 = |
heimasíða = [http://www.fkf.fo/husar+kommuna_dsoi.html Kommunufelagið um Húsa kommunu]|
viðmerkingar =|
}}
''' Húsa kommuna''' var ein kommuna í [[Føroyar|Føroyum]], ið fevndi um syðru helvtina av [[Kalsoy]]. Í Húsa kommunu vóru bygdirnar [[Húsar]] og [[Syðradalur]].
1. januar 2017 legði Húsa kommuna saman við [[Klaksvíkar kommuna|Klaksvíkar kommunu]].
{{Húsa kommuna}}
{{Kommunur}}
{{stubbi}}
[[Bólkur:Kommunur í Føroyum]]
mp2yvtwd3ytxmsig3kxu5o3cdz1vesu
389106
389098
2026-08-16T23:07:29Z
~2026-44876-64
35410
Vís til Blankaskála
389106
wikitext
text/x-wiki
{{Infoboks Kommuna|
navn = Húsa kommuna|
búmerki = |
kommunukort = Map-position-husa-kommuna-2005.png|
borgarstjóri = |
vídd = 17|
íbúgvar = 50|
íbúgvar_ár = 2012|
íbúgvar_km2 = |
heimasíða = [http://www.fkf.fo/husar+kommuna_dsoi.html Kommunufelagið um Húsa kommunu]|
viðmerkingar =|
}}
''' Húsa kommuna''' var ein kommuna í [[Føroyar|Føroyum]], ið fevndi um syðru helvtina av [[Kalsoy]]. Í Húsa kommunu vóru bygdirnar [[Húsar]] og [[Syðradalur]], umframt avtoftaða bygdin [[Blankskáli]].
1. januar 2017 legði Húsa kommuna saman við [[Klaksvíkar kommuna|Klaksvíkar kommunu]].
{{Húsa kommuna}}
{{Kommunur}}
{{stubbi}}
[[Bólkur:Kommunur í Føroyum]]
t4rrku59zvhn7jauoja90zkiyqyngkr
Hvannasunds kommuna
0
2200
389105
388357
2026-08-16T22:34:31Z
~2026-44876-64
35410
Smáar rættingar
389105
wikitext
text/x-wiki
{{Infoboks Kommuna|
navn = Hvannasunds kommuna|
búmerki = |
kommunukort = Map-position-hvannasunds-kommuna-2005.png|
borgarstjóri = Veronika Petersen|
vídd = 33|
íbúgvar = 438|
íbúgvar_ár = 2009|
íbúgvar_km2 = |
heimasíða = [http://www.hvannasund.fo Hvannasunds.fo]|
viðmerkingar =|
}}
''' Hvannasunds kommuna''', kommuna í [[Føroyar|Føroyum]]. Í [[september]] [[2008]] var fólkaatkvøða í kommununi um sammanlegging við [[Klaksvíkar kommuna]]. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var eitt greitt nei til samanlegging.
== Fakta ==
==== Kommunuskrivari ====
* [[1872]] - ..
* - [[2007]] [[Gunvør Eliasen]] Tel:585891
==== ferkm ====
* Stødd 33,1 ferkm.
==== Fólkatal ====
* [[Hvannasund]] 270 fólk
* [[Norðdepil]] 167 fólk
* [[Depil]] 2 fólk
* [[Norðtoftir]] 6 fólk
* [[Múli]] 4 fólk
* samansett um 450 fólk
== Søga ==
[[Mynd:Map-kommuna-2005new-color-caption.png|thumb]]
Hvannasunds kommuna var í [[1872]] partur av [[Norðoya Prestagjalds kommuna|Norðoya Prestagjalds kommunu]].
Í [[1908]] var Hvannasunds kommuna uppi í [[Viðareiðis kommuna|Viðareiðis]], [[Fugloyar kommuna|Fugloyar]] og [[Svínoyar kommuna|Svínoyar]] sóknar kommunu.
Í [[1950]] gjørdust tær seks bygdirnar við [[Hvannasund]] til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru: [[Múli]], [[Fossá]], [[Norðdepil]], [[Depil]], [[Norðtoftir]] og [[Hvannasund]].
[[Fossá]] (nú avtoftað) og [[Norðdepil]] eru niðurseturbygdir frá [[1866]]-[[1868|68]]. Hinar fýra bygdirnar eru aldargamlar. [[Múli]] er nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]] frá [[1300-talinum]]. Í Depli stendur friðaður garður. Hesin er frá [[1815]].
Hvannasunds kommuna er sum flestu gomlu kommunur í [[Føroyar|Føroyum]] broyttar frá gamla bóndasamfelagnum til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag.
Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð.
Í [[1963]] varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í [[1967]], er samvinnan við [[Klaksvíkar kommuna|Klaksvíkina]] vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar.
Tvey stór alibrúk eru í kommununi, eitt hvørju megin byrgingina.
Samferðslukervið er væl útbygt. Koyrandi er millum allar bygdir í kommununi. Í [[1974]] kom byrging um [[Hvannasund]], so [[Borðoy]]ggin og [[Viðoy]]ggin vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til [[Svínoy]]ar og [[Fugloy]]ar siglir út frá Hvannasundi.
Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan [[Múli|Múla]] í [[1737]], kom ikki gongd á fyrr enn í [[1835]]. Tá fór viðingur, giftur á [[Toftir|Toftum]] ([[Norðtoftir|Norðtoftum]]), at lesa við børnunum á [[Toftir|Toftum]], Depli og Múla. Í [[1837]] fór annar viðingur at lesa við børnunum á [[Viðareiði]] og Hvannasundi.
Í [[1895]] varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í [[1932]]. Hesin er í dag kommunuskrivstova.
Í [[1985]] varð nýggjur skúli bygdur á [[Fossánes]]i, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til [[Klaksvíkar kommuna|Klaksvíkar]].
== Jørðin ==
[[Mynd:Norðdepil - Hvannasund.jpg|thumb|left|[[Norðdepil]], [[Hvannasund]] og [[Viðoy]]s.]]
Í [[Hvannasund]]i er øll jørðin kongsjørð, meðan øll jørðin í [[Norðdepil|Norðdepli]] er ogn.
[[Hvannasund]] er fyrndarbygd. Fýra fýramarkað festir eru í bygdini. Hetta eru ikki stór festir – 90 áseyðir hvørt – men afturat eini aðrari inntøku, ber til.
Fyrr var jarðarskipanin í Hvannasundi soleiðis, at festararnir áttu ein fjórðing í hvørjum hagaparti, men soleiðis er ikki longur. Jørðin varð skift fyri kortum, og tað hevði við sær, at hvør festari hevur sín haga. Hetta ger tað samstundis høgligari hjá hvørjum einstøkum festara, sum ikki longur nýtist at ganga á fjall so ofta, sum frammanundan.
[[Norðdepil]] er niðurseturbygd. Sambært gomlum bókum vóru tveir hagapartar í [[Depil|Depli]] – fýra merkur hvør.
Bøkurnar siga, at hagapartarnir vóru kallaðir [[Depli]] for sønden og [[Depli]] for norden. Í tí syðra partinum er ein partur kongs, men í norðara parti er alt ogn.
=== Hagarnir í Hvannasundi eru ===
* Úti á rættum
* á Oyruni
* Skarðhamar
* Yviri í skorðum
== Sí eisini ==
*[[Listi yvir borgarstjórar í Hvannasunds kommunu]]
== Slóðir ==
* [http://www.hvannasund.fo/ http://www.hvannasund.fo/]
* [http://www.fkf.fo/umfkflimir.asp?Cmd=1&Showlykil=27 Limir í Føroya Kommunufelag] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20091006020225/http://www.fkf.fo/umfkflimir.asp?Cmd=1&Showlykil=27 |date=2009-10-06 }}
* [http://www.uf.fo/val/urslit.asp?val_ar=KV2000&klartnr=16077 Kommunuvalið 2000] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20070927004022/http://www.uf.fo/val/urslit.asp?val_ar=KV2000&klartnr=16077 |date=2007-09-27 }}
* [http://de.wikipedia.org/wiki/Hvannasund de.wiki]
* [http://www.skulin.fo/fos/skulin.htm skulin] {{Webarchive|url=https://web.archive.org/web/20070928091525/http://www.skulin.fo/fos/skulin.htm |date=2007-09-28 }}
{{Kommunur}}
[[Bólkur:Kommunur í Føroyum]]
04foml03styf5rc0aqs27ouluqir3cm
Klaksvíkar kommuna
0
2201
389099
388039
2026-08-16T21:06:17Z
~2026-44876-64
35410
Húsa kommunu løgd undir Klaksvíkar kommunu
389099
wikitext
text/x-wiki
{{Infoboks Kommuna|
navn = Klaksvíkar kommuna|
búmerki = |
kommunukort = Map-position-klaksvikar-kommuna-2008.png|
borgarstjóri = [[Karl H. Johansen]]|
vídd = 131|
íbúgvar = 5.488|
íbúgvar_ár = 2022|
íbúgvar_km2 = 41,9|
heimasíða = [http://www.klaksvik.fo Klaksvik.fo]|
viðmerkingar =|
}}
''' Klaksvíkar kommuna''' er næststørsta kommuna í [[Føroyar|Føroyum]].
[[11. juni]] [[2007]] varð kunngjørt, at [[Svínoyar kommuna]] verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu eftir komandi bygdaráðsval. Frá 1. januar 2009 er Svínoyggin við í Klaksvíkar kommunu. [[Húsa kommuna]] gjørdist partur av Klaksvíkar kommunu 1. januar 2017.
== Klaksvíkar kommuna umfatar 9 bygdir og er á 3 oyggjum ==
=== Á [[Borðoy|Borðoynni]] ===
* [[Klaksvík]]
* [[Árnafjørður]]
* [[Ánir]]
* [[Norðoyri]]
=== Á [[Kalsoy|Kalsoynni]] ===
* [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradalur]]
* [[Húsar]]
* [[Mikladalur]]
* [[Trøllanes]]
=== Á [[Svínoy|Svínoynni]] ===
* [[Svínoy]]
== Brot úr søguni hjá Klaksvíkar kommunu ==
[[Tórshavn]] hevði fingið kommunuskipan longu í [[1866]], men tað var ikki fyrr enn í [[1873]], at kommunuskipan varð sett í gildi fyri allar [[Føroyar]]. Frammanundan – síðan [[1850]] – høvdu [[Føroyar]] verið býttar sundur í 8 ”fattigforstanderskaber”, Klaksvíkin saman við restini av [[Norðoyar|Norðuroyggjum]]. Tá kommunuskipanin kom í [[1873]] varð sami leistur nýttur. [[Føroyar]] vóru býttar sundur í 8 sóknarkommunur, [[Norðoyar|Norðuroyggjar]] gjørdust ein kommuna. Kommunufundir vóru hildnir skiftivís á prestagarðinum í [[Ónagerði]] á [[Viðareiði]] og á einum bóndagarði í [[Klaksvík]].
Tá Klaksvíkin, sum ein avleiðing av, at Kongaligi Einahandilin varð avtikin í [[1856]] fór at mennast vinnuliga, gjørdist hendan skipan óhøglig. Hóast høvuðsvinnan var landbúnaður alla øldina, so vóru bæði handil og fleiri fiskiskip á staðnum longu í [[1865]]. Fólkatalið, sum í [[1860]] hevði ligið um tey 200, var í [[1908]] vaksið upp í 700.
Hetta hevði m.a. við sær, at Klaksvíkin gjørdist sjálvstøðug kommuna í [[1908]], og í [[1911]] fekk bygdin, sum í fyrisitingini hevði verið nevnd Vágur, navnið Klaksvík. Høvuðsuppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í [[1972]] fekk býarheiti, gjørdist at skapa hóskandi karmar um tað vaksandi virksemið í bygdini.
== Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu ==
Sí [[Býráðsformenn í Klaksvíkar kommunu]]
== Yvilit yvir býráðs manningar í Klaksvíkar Kommunu 1971- ==
{| class="wikitable"
|+2025-2029
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Jógvan Skorheim]]
|-
|A
|Oddmar á Lakjuni
|-
|A
|Eyðstein Ó. Poulsen
|-
|A
|Fríðin Ziskason
|-
|A
|Atli S. Justinussen
|-
|B
|[[Karl H Johansen|Karl H. Johansen]]
|-
|B
|[[Hermann Samuelsen]]
|-
|C
|Signhild V. Johannesen
|-
|D
|Sylvia Thomsen
|-
|E
|Annika S. Biskopstø
|-
|E
|Anfinn í Toft
|}
{| class="wikitable"
|+2021-2025
!Listi
!Navn
|-
|A
|Atli S. Justinussen
|-
|A
|[[Gunvá við Keldu]]
|-
|A
|Oddmar á Lakjuni
|-
|A
|Jóhanna Christiansen
|-
|A
|Eyðstein Ó. Poulsen
|-
|B
|[[Karl H Johansen|Karl H. Johansen]]
|-
|C
|Signhild V. Johannesen
|-
|C
|Tummas Lervig
|-
|D
|[[Jógvan Skorheim]]
|-
|D
|Óli M. Lassen
|-
|E
|Annika S. Biskopstø
|}
{| class="wikitable"
|+2017-2021
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Gunvá við Keldu]]
|-
|A
|Atli S. Justinussen
|-
|A
|[[Beinir Johannesen]]
|-
|A
|Herfrí Sørensen
|-
|C
|Signhild V. Johannesen
|-
|C
|Tummas Lervig
|-
|D
|[[Jógvan Skorheim]]
|-
|D
|Kristian Eli Zachariasen
|-
|D
|Óli M. Lassen
|-
|D
|Beinta Klakstein
|-
|E
|[[Steinbjørn O. Jacobsen]]
|}
{| class="wikitable"
|+2013-2017
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Gunvá við Keldu]]
|-
|A
|[[Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur|Elsebeth M. Gunnleygsdóttir]]
|-
|A
|Eyðstein Ó. Poulsen
|-
|A
|Atli S. Justinussen
|-
|A
|Herfrí Sørensen
|-
|C
|Signhild V. Johannesen
|-
|D
|[[Jógvan Skorheim]]
|-
|D
|Kristian Eli Zachariasen
|-
|E
|[[Steinbjørn O. Jacobsen]]
|-
|E
|[[Óluva Klettskarð]]
|-
|E
|Jóhann Lútzen
|}
{| class="wikitable"
|+2009-2013
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Gunvá við Keldu]]
|-
|A
|[[Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur|Elsebeth M. Gunnleygsdóttir]]
|-
|A
|Óli M. Lassen
|-
|A
|Auðunn Konráðsson
|-
|A
|Atli S. Justinussen
|-
|B
|Hans Arne Bertholdsen
|-
|C
|[[Jákup Mikkelsen (1970)|Jákup F. N. Mikkelsen]]
|-
|C
|[[Eyðgunn Samuelsen|Eyðgunn J. Samuelsen]]
|-
|D
|[[Jógvan Skorheim]]
|-
|E
|[[Steinbjørn O. Jacobsen]]
|-
|E
|[[Óluva Klettskarð]]
|}
{| class="wikitable"
|+2005-2009
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Jákup Mikkelsen (politikari)|Jákup Mikkelsen]]
|-
|A
|Kristian Fríðrik Olsen
|-
|A
|[[Gunvá við Keldu]]
|-
|A
|Atli S. Justinussen
|-
|B
|Hans Arne Bertholdsen
|-
|C
|[[Eyðgunn Samuelsen|Eyðgunn J. Samuelsen]]
|-
|C
|Thorleif Sigurðsson
|-
|D
|Kristian Eli Zachariasen
|-
|E
|[[Steinbjørn O. Jacobsen]]
|-
|E
|Jórun Høgnesen
|-
|E
|[[Rani Nolsøe]]
|}
{| class="wikitable"
|+2001-2005
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Jógvan við Keldu]]
|-
|A
|Erik Andreasen
|-
|A
|Kristian Fríðrik Olsen
|-
|B
|Elisabeth (Betta) Joensen
|-
|C
|[[Eyðgunn Samuelsen|Eyðgunn J. Samuelsen]]
|-
|C
|Thorleif Sigurðsson
|-
|D
|[[Karl Heri Joensen]]
|-
|E
|[[Steinbjørn O. Jacobsen]]
|-
|E
|[[Rani Nolsøe]]
|-
|E
|Jórun Høgnesen
|-
|F
|Hilmar Kalsø Danielsen
|}
{| class="wikitable"
|+1997-2001
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Jógvan við Keldu]]
|-
|A
|Kristian Fríðrik Olsen
|-
|A
|Jógvan Lútzen
|-
|A
|Erik Andreasen
|-
|B
|Elisabeth (Betta) Joensen
|-
|C
|Thorleif Sigurðsson
|-
|C
|[[Eyðgunn Samuelsen|Eyðgunn J. Samuelsen]]
|-
|D
|[[Karl Heri Joensen]]
|-
|E
|[[Karsten Hansen]]
|-
|E
|[[Steinbjørn O. Jacobsen]]
|-
|F
|Hilmar Kalsø Danielsen
|}
{| class="wikitable"
|+1993-1997
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Jógvan við Keldu]]
|-
|A
|Kristian Fríðrik Olsen
|-
|A
|Karl Birgir Isaksen
|-
|A
|Henny Garðalíð
|-
|B
|Eyðfinnur Hansen
|-
|C
|[[Óli E. Heinesen]]
|-
|C
|Thorleif Sigurðsson
|-
|D
|Álvur Zachariasen
|-
|D
|[[Karl Heri Joensen]]
|-
|E
|[[Karsten Hansen]]
|-
|E
|Hergerð Joensen
|}
{| class="wikitable"
|+1989-1993
!Listi
!Navn
|-
|A
|Kristian Fríðrik Olsen
|-
|A
|Ísak Mikladal
|-
|A
|[[Jákup Mikkelsen (politikari)|Jákup Mikkelsen]]
|-
|A
|Andrass Joensen
|-
|B
|Eyðfinnur Hansen
|-
|C
|[[Óli E. Heinesen]]
|-
|C
|Allan Jacobsen
|-
|D
|Álvur Zachariasen
|-
|D
|Páll Josephsen
|-
|E
|Esmund Jacobsen
|-
|E
|[[Karsten Hansen]]
|-
|F
|Kári Kjelnæs
|-
|K
|Olvheðin Jacobsen
|}
{| class="wikitable"
|+1985-1989
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Jógvan við Keldu]]
|-
|A
|[[Jákup Mikkelsen (politikari)|Jákup Mikkelsen]]
|-
|A
|Kristian Fríðrik Olsen
|-
|B
|John Richard Klakkstein
|-
|C
|[[Óli E. Heinesen]]
|-
|C
|Christian Olsen
|-
|D
|Álvur Zachariasen
|-
|D
|[[Karl Heri Joensen]]
|-
|E
|Árni Jacobsen
|-
|E
|Esmund Jacobsen
|-
|F
|Olvheðin Jacobsen
|}
{| class="wikitable"
|+1981-1985
!Listi
!Navn
|-
|A
|[[Jógvan við Keldu]]
|-
|A
|Arni Eli Sunleif Ziskasen
|-
|A
|Kristian Fríðrik Olsen
|-
|B
|Karl Hansen
|-
|C
|[[Vilhelm Johannesen]]
|-
|C
|Christian Olsen
|-
|D
|Álvur Zachariasen
|-
|D
|Asbjørn Lómaklett
|-
|E
|Jógvan Isaksen
|-
|E
|Esmund Jacobsen
|-
|F
|Olvheðin Jacobsen
|}
{| class="wikitable"
|+1977-1981
!Listi
!Navn
|-
|A
|Páll á Dul
|-
|A
|Arni Eli Sunleif Ziskasen
|-
|A
|Jákup Ziskason
|-
|B
|Bjarti Petersen
|-
|C
|Olvheðin Jacobsen
|-
|C
|[[Vilhelm Johannesen]]
|-
|C
|Michael Matras
|-
|D
|[[Asbjørn Joensen]]
|-
|D
|Asbjørn Lómaklett
|-
|E
|Jógvan Isaksen
|-
|E
|Kári Kjelnæs
|}
{| class="wikitable"
|+1975-1977
!Listi
!Navn
|-
|A
|Hans Andrias Jacobsen
|-
|A
|Páll á Dul
|-
|B
|Bjarti Petersen
|-
|C
|Olveðin Jacobsen
|-
|C
|[[Vilhelm Johannesen]]
|-
|C
|Trygvi Laksáfoss
|-
|D
|[[Asbjørn Joensen]]
|-
|E
|Jógvan Isaksen
|-
|F
|Kári Kjelnæs
|}
{| class="wikitable"
|+1971-1975
!Listi
!Navn
|-
|A
|Hans Andrias Jacobsen
|-
|A
|[[Jógvan við Keldu]]
|-
|C
|Trygvi Laksáfoss
|-
|C
|Olvheðin Jacobsen
|-
|D
|[[Asbjørn Joensen]]
|-
|E
|Kári Kjelnæs
|-
|F
|Páll á Dul
|}
== Virðislønir ==
Klaksvíkar kommuna setti á stovn [[Listavirðisløn Nólsoyar Páls]] í 2013.
== Slóðir ==
[http://www.klaksvik.fo Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu]
{{Kommunur}}
{{Klaksvíkar kommuna}}
[[Bólkur:Kommunur í Føroyum]]
m1arro0uc13gi55l0jlkbjmfbvhgnir
Húsar
0
4138
389102
386610
2026-08-16T21:18:09Z
~2026-44876-64
35410
Rætta kommunu
389102
wikitext
text/x-wiki
{{Geobox|Settlement
<!-- *** Fyrimyndhøvd *** -->
| name = Húsar
| native_name =
| other_name = ''Husum'' <small>([[danskt mál|danskt]])</small>
| category = Bygd
<!-- *** Mynd *** -->
| image = Image-Husar.Faroe_Islands.jpg
| image_caption = Húsar
<!-- *** Lond, regiónir vm *** -->
| country = {{flag|Føroyar}}
| state = | state_type =
| region = [[Norðoyar]] | region_type = [[Sýsla]]
| district = [[Kalsoy]] | district_type = [[Oyggj]]
| municipality = [[Klaksvíkar kommuna]] | municipality_type = [[Kommunur í Føroyum|Kommuna]]
<!-- *** Dimensiónir *** -->
| area = | area_decimals =
<!-- *** Fólkatal *** -->
| population = 42 | population_date = Septembur 2025 | population_note = <ref name="hagstova">[http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/folkatal Hagstova.fo]</ref>
<!-- *** Kotur *** -->
| postal_code = FO-796 | postal_code_type = [[Postnummur_í_Føroyum|Postnummur]]
| code = 24-00-00 mk.gl.sk. | code_type = [[Markatal]]
<!-- *** Kart *** -->
| map = Husar on Faroe map.png
|
}}
'''Húsar''' er ein bygd í [[Kalsoy]].
==Tunlar==
Millum Húsar og [[Mikladalur|Mikladal]] eru 3 tunlar:
{| class="wikitable"
!Ár
!Navn
!Longd (m.)
!Bygdir
|-
|[[1979]]
|[[Villingadalstunnilin]]
|align="right"|1 193 m
|Húsar–Mikladalur
|-
|[[1980]]
|[[Mikladalstunnilin]]
|align="right"|1 082 m
|Húsar–Mikladalur
|-
|[[1980]]
|[[Ritudalstunnilin]]
|align="right"|683 m
|Húsar–Mikladalur
|-
|}
==Keldur==
<references/>
{{Húsa kommuna}}
{{stubbi}}
{{Commonscat}}
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Kalsoy]]
1vsjkhk9sosz26lox782dgr9wiwn81e
Syðradalur, Kalsoy
0
4140
389100
380762
2026-08-16T21:10:07Z
~2026-44876-64
35410
389100
wikitext
text/x-wiki
{{Geobox|Settlement
<!-- *** Fyrimyndhøvd *** -->
| name = Syðradalur
| native_name =
| other_name = ''Sydredal'' <small>([[danskt mál|danskt]])</small>
| category = Bygd
<!-- *** Mynd *** -->
| image = Sydradalur_21-05-08.jpg
| image_caption = Syðradalur
<!-- *** Lond, regiónir vm *** -->
| country = {{flag|Føroyar}}
| state = | state_type =
| region = [[Norðoyar]] | region_type = [[Sýsla]]
| district = [[Kalsoy]] | district_type = [[Oyggj]]
| municipality = [[Klaksvíkar kommuna]] | municipality_type = [[Kommunur í Føroyum|Kommuna]]
<!-- *** Dimensiónir *** -->
| area = | area_decimals =
<!-- *** Fólkatal *** -->
| population = 5 | population_date = January 2021 | population_note = <ref>{{Cite web|url=https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_vit_md_t.px/table/tableViewLayout2/|title=Hagstova.fo|last=|first=|date=|website=|publisher=|accessdate=}}{{Deyð leinkja|date=July 2024 |bot=InternetArchiveBot |fix-attempted=yes }}</ref>
<!-- *** Kotur *** -->
| postal_code = FO-795 | postal_code_type = [[Postnummur_í_Føroyum|Postnummur]]
| code = 16-12-00 mk.gl.sk. | code_type = [[Markatal]]
<!-- *** Kart *** -->
| map = Sydradalur, Kalsoy on Faroe map.png
|
}}
'''Syðradalur''' er sunnasta bygdin á [[Kalsoy]]nni. Syðradalur er ein niðursetubygd frá fyrst í 19. øld; hon er bygd í 1812. Bygdin lá áður á vestursíðuni og æt [[Blankskáli]], men vegna skalvalop á vári í 1809 fluttu blankskálafólk millum 1810 og 1816 eysturum til Syðradals at búgva av tí, at har er eingin vandi fyri skalvalopi. Eingin mansskaði hendi av lopinum. Fýra hús vóru á Blankskála, og har búðu 29 fólk tá. Tá ið liðugt var at flyta til Syðradals í 1816, vóru 5 hús. Fimta húsið varð nevnt ”har Uppi”.
Í slupptíðini hoyrdu 2 skip til Syðradal: M/S Bjørgvin (Julius Clementsen á Dunganum) og M/S Gudrun (Inni í Húsi). Fleiri syðradalsmenn vóru skiparar á t.d. Klaksvíks - og Havnaskipum. Syðradalsmenn vóru við sluppunum um summarið, og veturin varð nýttur til útróður við maskinbátum. Bygdin fekk el - orku frá SEV í 1966 og ferjulegu í 2005. Á Syðradali er ferjulega, sum er dagliga sambandið til og úr oynni.
Hóast Syðradalur er tann av teimum fýra bygdunum á oynni, sum lættast slepst til, so er hon kortini tann bygdin á Kalsoynni, ið hevur minsta fólkatalið.
Hinvegin er Syðradalur ein vælumtókt frítíðarbygd.
Minnisvarðin á Syðradali yvir deyð á sjónum varð reistur í 2000.
Í sambandi við veitsluhald á vetri, var Syðradalur [[jólabygd]].
==Keldur==
<references/>
{{Húsa kommuna}}
{{Føroyarstubbi}}
{{Commonscat|Syðradalur (Kalsoy)}}
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Kalsoy]]
j3qcf0521afobjt8zfjjmuut0ot26nw
Blankskáli
0
7542
389104
363743
2026-08-16T21:50:55Z
~2026-45110-32
35411
Rætta kommunu
389104
wikitext
text/x-wiki
{{Geobox|Settlement
<!-- *** Fyrimyndhøvd *** -->
| name = Blankskáli
| native_name = Blankaskáli
| other_name =
| category = Bygd
<!-- *** Mynd *** -->
| image =
| image_caption =
<!-- *** Lond, regiónir vm *** -->
| country = {{flag|Føroyar}}
| state = | state_type =
| region = [[Norðoyar]] | region_type = [[Sýsla]]
| district = [[Kalsoy]] | district_type = [[Oyggj]]
| municipality = [[Klaksvíkar kommuna]] | municipality_type = [[Kommunur í Føroyum|Kommuna]]
<!-- *** Dimensiónir *** -->
| area = | area_decimals =
<!-- *** Fólkatal *** -->
| population = 0 | population_date = 2015 | population_note = <ref name="hagstova">[http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/folkatal Hagstova.fo]</ref>
<!-- *** Kotur *** -->
| postal_code = - | postal_code_type = [[Postnummur_í_Føroyum|Postnummur]]
| code = - | code_type = [[Markatal]]
<!-- *** Kart *** -->
| map = Blankaskali on Faroe map.png
|
}}
'''Blankskáli''' eisini nevd '''Blankaskáli''' æt bygd á suðurendanum á [[Kalsoy]], út móti [[Leirvíksfjørður|Leirvíksfirði]], sum nú er avtoftað. Eftir herviligt [[skalvalop]] í 1809 flutti fólkið av Blankskála og búsettist á [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradali]], sunnast á eystursíðuni á Kalsoy. Bygdin varð avtoftað í [[1816]].
= Sagnir =
Har eru eisini nakran sagnir frá Blankaskáli. Her eru tær.
== Frá Blankaskála ==
Úr Mittstovuni á Blankaskála fór ein maður ein dagin eini ørindi til Húsa. Ætlanin var hjá honum at verða aftur um kvøldið. Men hann kom ikki.
Leitað varð bæði leingi og væl av blankaskálamonnum og húsamonnum, men alt var til onga nyttu.
Eina tíð eftir, at maðurin var horvin, førdu blankaskálamenn prest frá bygd teirra og til Oyndarfjarðar. Tá ið teir komu norður fyri Líðarmunna, helt prestur fyri: “Her ganger et af vore Faar!”
Manningin spurdi tá prest, um tann, hann nevndi, og sum teir grunaðu mundi vera tann burturblivni blankaskálamaðurin, ikki kundi bjargast aftur. Jú, tað helt hann, men hann hevði nú verið so leingi burtur, at eingin gleði mundi vera at fáa hann aftur - best mundi vera, sum var.<ref>Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933</ref>
== Gamli oyrarbóndin ==
Ein morgun, tá ið avtektsmaður Jógvan á Oyri vaknaði, spurdi hann, hvar mannfólkið var farið; tað var so kvirt inni, har annars plagdi at vera stórur gleimur. Kona son hansara, sum mist hevði mannin, og sum nú var uppafturgift við einum av Blankaskála, sum æt Jákup, svaraði honum, at teir vóru farnir til Tórshavnar tíðliga á morgni.
Jógvan grunaði við tað sama, hvørji ørindi tann tilkomandi festarin mundi hava í Tórshavn, og hann gjørdist í døpurhuga um, hvussu gangast skuldi sonarsoninum, um hann einki fekk av garðinum.
Einastu ráðini fyri at fyribyrgja hetta vóru at fara til Havnar alt í einum, so skjótt at Jákup ikki áðrenn hevði fingið útrættað síni ørindi hjá fútanum um festið. Men torført var at fylgja hesum ráðum, tí ikki var meira á Oyri av mannfólki enn til eina bátsskipan, og hon var øll á hesum morgni farin við Jákupi til Tórshavnar.
Hann mátti royna at fáa fatur í hvalvíkingar, so teir í bræði kundu koma honum til hjálpar.
Upp við liðina av tí staði, hvar oyrarmenn plagdu at glaða fyri grind í sundinum, kyndi hann bál.
Tá ið hvalvíkingar sóu, at glaðað varð á Oyri, fóru teir at skifta orð saman. Glaðan var ikki rættiliga har, hvar hon plagdi at vera, og vóru menn tí av ymiskum hugsanum um, antin tað var fyri grind ella ikki. Størsti parturin helt tó, at grindaboð mundu tað vera. So fóru átta væl útgjørdir menn avstað við báti yvir á Oyrar at frætta, hvar grindin var.
Jógvan stóð fyri teimum, tá ið teir komu til lands, segði teimum frá skilinum og spurdi, um teir ikki vildu gera so væl at flyta seg suður til Tórshavnar. Hann hevði altíð verið væl við hvalvíkingar, og teir játtaðu alt fyri eitt. Hann slapp sær so beinanvegin í bátin og bað teir rógva, so skjótt sum teir kundu.
Tá ið Jógvan kom til Havnar og hevði latið bátsskipanina fingið ein góðan dramm, fór hann beinanvegin niðan til fútans. Har uppi fann hann teir, Jákup og menn hansara, og festibrævið var nærum skrivað liðugt. - Jógvan segði so ørindi síni.
Fútin stóð og ivaðist eina stund, og blankaskála-Jákup byrjaði at siga ímóti orðum Jógvans.
Jú, segði fútin at enda (hann visti, at Jógvan var ríkur maður), um Jógvan vildi rinda 600 rbd. umframt festiútreiðslurnar, skuldi sonarsonurin fáa hálvan garðin.
600 rbd. var stórur peningur í teirri tíðini. Og Jógvan helt eitt sindur ímóti; helvtin av hesum peningi, helt hann fyri, mundi kortini vera góð dagløn fyri fútan. Men fútin helt upp á sítt, og Jógvan mátti ganga undir fútaboðini og gjalda honum teir 600 rbd.
Tá ið Jógvan bóndi fór út, var øðin komin í hann. Hann klamsaði hurðina aftur eftir sær og rópaði: “Fáur syrgir fútadeyða!”
“Ikki er fútin so bíligur sum tit," segði hann við hvalvíkingarnar, tá ið hann aftur fór til báts. Tá ið Jógvan kom aftur til Oyrar, stóð abbasonurin fyri honum á sleipistøðini at hjálpa abbanum úr bátinum.
“Gott, abbasonurin,” segði tann gamli. “Til løn fyri hetta havi eg eisini bæði fest og keypt tær hálvar Oyrar.” Soleiðis fór Oyragarður í helvt.<ref>Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933</ref>
== Kambsrisin ==
Kambsrisin búði í Kaldbakshaga. Hann gjørdi seg einaferð til at fara í Norðuroyggjar. Av Gøtunestindi ætlaði hann at leypa yvir á Kalsoyargalv; annar fóturin kom á helluna vestan fyri Foringaklett við Galvsrætt, sporið eftir honum stendur har enn tann dag í dag og skal vera so stórt sum leggstaðið eftir einum seyð. So illa bar til, at hann var um at fara bakleiðis á sjógvin. Fyri at handa sær, tók hann í hvørjumegin fjallið oman fyri Galvin. Har er nú ein klettur, sum verður kallaður Risahøvdið.
Men hvat hendi ikki! Kalsoyggin rivnaði, tá ið hann best hevði fingið hendurnar fyri seg - ein riva kom á hvørjumegin fjallið og gekk líka niður ígjøgnum og er blivin til tvær gjáir. Gjógvin eystanfyri kallast Nesgjógv, og hin vestanfyri verður nevnd Rættargrøv.
Tá ið Kalsoyggin sveik og tók á at rivna, misti kambsrisin tak í hana, og hann fór eftir rygginum í Leirvíksfjørð. Andøvsíðan, ið gongur í útnyrðing fram við Kalsoynni, fekk tá fatur í hann og beindi fyri honum.
Tað var missur í einum slíkum menni!<ref>Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933</ref>
=Keldur=
<references/>
{{Føroyarstubbi}}
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Føroya søga]]
jwujkclcowls0jyc0fzk45rwmhz397m
Fyrimynd:Klaksvíkar kommuna
10
17931
389101
331265
2026-08-16T21:15:18Z
~2026-44876-64
35410
Legg Syðradal og Húsar afturat
389101
wikitext
text/x-wiki
{{Navigatiónslisti við mynd
| heiti = [[Klaksvíkar kommuna]]
| navn = Klaksvíkar kommuna
| list1 = [[Klaksvík]] | [[Árnafjørður]] | [[Ánirnar]] | [[Norðoyri]] | [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradalur]] | [[Húsar]] | [[Mikladalur]] | [[Trøllanes]] | [[Svínoy (bygd)|Svínoy]]
}}<noinclude>
[[Bólkur:Geografifyrimyndir|Kommuna Klaksvíkar]]
</noinclude>
9hbmqvfkjsz6fnxqc6npz4sc7ub1tqp
Alfreð Finnbogason
0
40375
389097
369644
2026-08-16T12:28:45Z
Løken
5739
389097
wikitext
text/x-wiki
{{Infobox football biography
| name = Alfreð Finnbogason
| image = Alfred Finnbogason.jpg
| birth_date = {{birth date and age|1989|2|1|df=y}}
| birth_place = [[Grindavík]], Ísland
| height = {{height|m=1,84}}
| position = Álopsleikari
| currentclub = [[Lyngby Boldklub]]
| clubnumber = 27
| youthyears1 = 1995–1999
| youthclubs1 = [[Ungmennafélagið Fjölnir|Grindavík]]
| youthyears2 = 1999–2001
| youthclubs2 = [[Lothian Thistle Hutchison Vale F.C.|Hutchison Vale]]
| youthyears3 = 2002–2005
| youthclubs3 = [[Ungmennafélagið Fjölnir|Fjölnir]]
| youthyears4 = 2005–2007
| youthclubs4 = [[Breiðablik UBK|Breiðablik]]
| years1 = 2007–2010
| clubs1 = [[Breiðablik UBK|Breiðablik]]
| caps1 = 43
| goals1 = 28
| years2 = 2007
| clubs2 = → Augnablik (lán)
| caps2 = 2
| goals2 = 2
| years3 = 2011–2012
| clubs3 = [[K.S.C. Lokeren Oost-Vlaanderen|Lokeren]]
| caps3 = 22
| goals3 = 4
| years4 = 2012
| clubs4 = → [[Helsingborgs IF|Helsingborg]] (lán)
| caps4 = 17
| goals4 = 12
| years5 = 2012–2014
| clubs5 = [[SC Heerenveen|Heerenveen]]
| caps5 = 65
| goals5 = 53
| years6 = 2014–
| clubs6 = [[Real Sociedad]]
| caps6 = 23
| goals6 = 2
| years7 = 2015–2016
| clubs7 = → [[Olympiacos F.C.|Olympiacos]] (lán)
| caps7 = 7
| goals7 = 1
| years8 = 2016–
| clubs8 = → [[FC Augsburg|Augsburg]] (lán)
| caps8 = 14
| goals8 = 7
| clubs9 = [[FC Augsburg|Augsburg]]
| caps9 = 6
| goals9 = 1
| years9 = 2016–
| nationalyears1 = 2009–2011
| nationalteam1 = Ísland U21
| nationalcaps1 = 11
| nationalgoals1 = 5
| nationalyears2 = 2010–
| nationalteam2 = [[Íslendska fótbóltslandsliðið|Ísland]]
| nationalcaps2 = 40
| nationalgoals2 = 11
| pcupdate = 10. oktober 2016
| ntupdate = 10. oktober 2016
}}
'''Alfreð Finnbogason''' (føddur {{birth date|1989|2|1|df=y}}) er ein íslendskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri [[Lyngby Boldklub]] og á [[Íslendska fótbóltslandsliðið|íslendska landsliðnum]] sum álopsleikari.
== Keldur ==
{{Reflist}}
{{DEFAULTSORT:Finnbogason, Alfreð}}
[[Bólkur:Føðingar í 1989]]
[[Bólkur:Íslendskir fótbóltsleikarar]]
1gdrld5bpj1bekpkiuxkyoxgun03e12