Wikiheimild fowikisource https://fo.wikisource.org/wiki/Fors%C3%AD%C3%B0a MediaWiki 1.46.0-wmf.24 first-letter Miðil Serstakt Kjak Brúkari Brúkarakjak Wikiheimild Wikiheimild-kjak Mynd Myndakjak MediaWiki MediaWiki-kjak Fyrimynd Fyrimyndakjak Hjálp Hjálparkjak Bólkur Bólkakjak Page Page talk Index Index talk TimedText TimedText talk Module Module talk Event Event talk Regin smiður 0 1404 3825 1631 2026-04-22T13:17:13Z ~2026-24649-18 2559 3825 wikitext text/x-wiki <poem> 1. Viljið tær nú lýða á, meðan eg man kvøða um teir ríku kongarnar, harum vil eg røða. ''Viðgangur'' :'''Grani bar gullið av heiði,''' :'''brá hann sínum brandi av reiði,''' :'''Sjúrður vann av orminum,''' :'''Grani bar gullið av heiði.''' 2. Viljið tær nú lýða á, so er mær greint ífrá, Buðlin kong og Gunnar kong, eg kvøði um báðar tá. 3. So glaðiliga drukku teir síni jól, sámiliga settu teir sín tignarstól. 4. Sigmundur var ein jallsins son, lovar hina ungu Hjerdis, hon var hans kona. 5. Ófriður gekk á ta heilu høll, manniliga vardu teir tá Buðla kongins fjøll. 6. Ófriður gekk á eystur á strand, manniliga vardu teir tað Buðla kongins land. 7. Riðu teir í bardøgum, eingin kemur heim, eftir livir Hjerdis bæði við sorg og mein. 8. Stendist tað av bardøgum, lótu teir sítt lív, eftir livir Hjerdis, Sigmundar vív. 9. Tað var frúgvin Hjerdis, hon akslar kápu blá, so gekk hon í garðin tann, sum Sigmundur lá. 10. ”Liggur tú her, Sigmundur, søtin mín, eg man vera í sorgartíð komin at vitja tín. 11. Hoyr tað, Sigmundur søtin mín eru tey nakað grøðandi sárini tíni?" 12. "Seint manst tú, Hjerdis, fáa til tess ráð gera tey smyrslini, ið grøða kunnu míni sár. 13. Sundur gekk mítt svørðið, sundur gekk mítt spjót, Hundsins synir riðu mær ímót. 14. Hundsins synir skaðan gjørdu mær, eitur var í svørðinum teir bóru at mær. 15. Tá ið eg tað fyrsta sárið fekk, sundur mítt svørðið tógva lutir gekk. 16. Tá ið eg fekk tað annað sár, innarlaga at hjartanum, ið hyggja av tí gár. 17. Tak tú hesar svørðslutir tvá, lat tú teir til smíði at goyma unga soni okra. 18. Frænur eitur ormurin, á Glitraheiði liggur, Regin hann er góður smiður, fáum er hann dyggur. 19. Regin smiður býr fyri handan á, honum skalt tú fáa hesar svørðslutir tvá. 20. Tað, ið tú hevur í vónunum tað er sveinsbarn, ven tað væl við ærum upp, og gev tí Sjúrðar navn. 21. Eg fái ikki, Hjerdi, snakkað longur við teg, tí tað er mín deyðastund, ið komin er á meg." 22. Grátandi snúðist Hjerdi Sigmundi frá, allar hennara hirðkonur tær stóðu henni hjá. 23. Allar hennara hirðkonur tær stóðu henni við, tað var frúgvin Hjerdi hon fell í óvit niður. 24. Tað er enn, sum oftum var tá, tað kom til so brátt, jallin søkti helsótt á teirri somu nátt. 25. Frúgvin læt seg við barni ganga níggju mánar sínar, til at hennara stundum leið, hon føddi ein svein so fínan. 26. Frúgvin læt seg við barni ganga níggju mánar taldar, til at hennara stundum leið, hon føddi ein svein so baldan 27. Tað er enn, sum oftum var tá, duld eru døpul mein, frúgvin er gingin í høgaloft, hon føddi ein ungan svein. 28. Sveipar hon hann í klæði rein tá hann kom í heim, Sjúrða bað hon nevna tann gæviliga svein. 29. Barnið varð borið frá kirkju heim aftur for móður sín, meiri læt hon røkta tað enn alt sítt gull í skrín. 30. Hann veks upp hjá síni móður, Gud gav honum vekst, meiri veks hann í ein mánað enn onnur børn í seks. 31. Hann veks upp hjá síni móður, undir reyðum skildri, lærdi allar listir tær, ið meistarin kjósa vildi. 32. Hann veks upp hjá síni móður, tann tíguliga mann, Hjalprekur kongurin fostraði hann. 33. Hann var seg á leikvølli burt blant aðrar dreingir, hvønn tann tíð teir vreiðir vóru, stóð teim stríð á meingi. 34. Hann var seg á leikvølli burt blant aðrar sveinar, hvønn tann tíð teir vreiðir vóru, stóð teim stríð á meini. 35. Niður settust sveinarnir, vreiðir ið teir vóru: "Líkari var tín faðir at hevnt, enn berja os so stórum." 36. Niður settust sveinarnir, vreiðir vóru báðir: "Líkari var tín faðir at hevnt, enn berja os so sára." 37. Sjúrður kastar reyðum skildri niður á døkka fold, tá hann hoyrdi sín faðirs deyð, hann sortnaði sum ein mold. 38. Hann kastaði svørð og herklæði, hann lysti ei longur at leika, so gekk hann for sína móður við reyðar kinnar og bleikar. 39. Hoyr tað, mín hin sæla móðir, sig mær satt ífrá, varð mín faðir við váknum vigin, ella doyði hann á strá?” 40. ”Eg kann ikki sannari siga tær ífrá, Hundins synir ið tín faðir vá. 41. Hundins synir ið tín faðir vá, tað verður ikki, meðan tú livir, tú sømdir av teim fár.” 42. Sjúrður svarar síni móður alt tað sum hann kann: "Ofta veksur í ungum rakka hvassar tenn í rann. 43. Sjúrður svarar síni móður alt tað sum hann kundi: "Ofta veksur í ungum rakka hvassar tenn í munni." 44. Hjerdi veit sær eina breyt, læsir upp ta kistuna, full er innan við skreyt. 45. Hon læsir upp ta kistuna, full var við gull og fæ, hon tók upp ta skjúrtuna og kastar honum á knæ. 46. Hon tók upp ta skjúrtuna, øll var í blóði drigin: ”Her skalt tú síggja tey herklæðir, hvarí tín faðir er vigin. 47. Tak tú hesar svørðslutir tvá, lat tú teir til smíði, eitt annað svørð at slá. 48. Frænur eitur ormurin, á Glitraheiði liggur, Regin hann er góður smiður, fáum er hann dyggur. 49. Regin smiður býr fyri handan á, honum skalt tú fáa hesar svørðslutir tvá. 50. Gakk tú teg at fossinum, kasta stein í á, tak so tann av hestunum, ið ikki víkir frá!" 51. Hann tók tann av hestunum, ið ikki víkti frá, um varð hann kallaður, hann eitur Grani grá. 52. Sjúrður klæðist í síni song eini morgun snimma: „Nú lystir meg yvir um á Regin smið at finna.“ 53. Sjúrður er riðin fyri dyrnar fram, Regin kastar øllum smíði, hann tók sær jarn í hand. 54. ”Ver vælkomin, Sjúrður, higar nú til mín, drekk nú, hvat tær betur líkar, mjøðin ella vín!” 55. ”Lítið er mær um mjøðin tín, hálvvæl minni um vín, onnur havi eg ørindini higar í dag til tín. 56. Tak tú hesar svørðslutir tvá, vita tað, reystur Regin smiður, eitt annað svørð út slá. 57. Smíða skalt tú mær svørðið virðiliga væl, bæði skal eg vega við tí jarn so sum stál. 58. Smíða skalt tú mær svørðið skært og so reint, bæði skal eg vega við tí jarn so sum stein.” 59. "Hoyr tú, snari Sjúrður, tú ert mær so kærur, dvølst tú nakað úr ríkinum, ver í nátt hjá mær!" 60. "Eg fái ikki, Regin smiður, dvalst her hjá tær, Hjalprekur saknar mín úr hásæti frá sær." 61. Regin gongur at sterkum stiðja, leggur jarn í eld, tíggju næturnar hevði hann tað í gerð. 62. Tíggju næturnar hevði hann tað í gerð, tá var snari Sjúrður riðin har á ferð. 63. Sjúrður er riðin fyri dyrnar fram, Regin kastar øllum smíði hann tók sær svørð í hand. 64. "Ver vælkomin, Sjúrður, smíðað havi eg svørð, bilar tær hvørki hjarta ei hug’ tú verður til víggja før. 65. Smíðað havi eg svørðið virðiliga væl, bæði skalt tú vega við tí jarnið so sum stál. 66. Smíðað havi eg svørðið skært og so reint, bæði skalt tú vega við tí jarn so sum stein." 67. Sjúrður gongur at sterkum stiðja, høggur við ein fart: ”Sundur mítt svørðið í tógva lutir brast. 68. Deyðan ert tú, Regin smiður av mær verð, at tú hevur svikið meg í váknargerð. 69. Smíða skalt tú mær annað, skal tað verða so, hoyr tað, reystur Regin smiður, lív skalt tú ei fá.” 70. ”Smíði eg tær annað, verður tað ikki so, hjartað úr orminum tað leggi eg treytir á.“ 71. Regin gongur at sterkum stiðja, leggur jarn í eld, tríati næturnar hevði hann tað í gerð. 72. Tríati næturnar hevði hann tað í gerð, tá var snari Sjúrður riðin har á ferð. 73. Sjúrður er riðin fyri dyrnar fram, Regin kastar øllum smíði, hann tók sær svørð í hand. 74. ”Ver vælkomin, Sjúrður, smíðað havi eg svørð, bilar tær hvørki hjarta ei hug, tú verður til víggja før. 75. Smíðað havi eg svørðið virðiliga væl, bæði kannst tú vega við tí jarn so sum stál. 76. Smíðað havi eg svørðið skært og so reint, bæði kannst tú vega við tí jarn so sum stein.” 77. Sjúrður gongur at sterkum stiðja, leggur svørðið til, sundur kleyv hann stóra stiðja standandi niður. 78. Sjúrður gongur at sterkum stiðja, høggur við ein fart, hvørki mátti røkka ei støkka, so var svørðið hart. 79. Sjúrður gav so stórt eitt høgg, orna tók hans blóð, hann kleyv sundur stóra stiðja niður á hallargólv. 80. Vá hann ormin giltum upp, annað so sum tá, Gramm kallaði hann svørðið, á hallargólvi lá. 81. ”Hoyr tú, snari Sjúrður, tú ert so rask ein mann, hvar stendur tín ferðin, og hvar ríður tú fram?” 82. "Fyrst ríði eg í randargný Hundins synir at vinna, síðan aftur á Glitraheiði, tað fýsir meg minna.“ 83. Tað er reystur Regin smiður, mælir so fyri sær: „Kvittar tú á Glitraheiði, lat meg fylgja tær.“ 84. Tað var Sjúrður Sigmundarson, skortar hann ei eyð, hann reið seg í randargný, hann hevndi sín faðirs deyð. 85. Hann reið seg í randargný, vælkomin aftur úr teirri, síðan aftur úr ríkinum hann kvittar á Glitraheiði. 86. Tað var Sjúrður Sigmundarson, reið fram yvir skeið, møtir hann einum gomlum manni setast niður á leið. 87. Ein kom maður á víðan vøll fram, eingin ið hann kendi, eittans eyga í heysi bar, ein finskan boga í hendi. 88. Ein kom maður á víðan vøll fram, eyga hevði sum bolli, eittans hár á hesum dára, toppur á miðjum kolli. 89. Ein kom maður á víðan vøll fram, vá við eggjateini, eittans eyga í heysi ber, og knepta brók á beini. 90. “Hoyr tú, snari Sjúrður, tú ert so rask ein mann, hvar stendur tín ferðin, og hvar ríður tú fram?” 91. ”Fyrst reið eg í randargný Hundins synir at vinna, nú lystir meg á Glitraheiði, tað fýsir meg minna. 92. Eg reið meg í randargný, væl komin aftur úr teirri, síðan aftur úr ríkinum eg kvitti á Glitraheiði.” 93. "Hvør hevur biðið teg, Sjúrður grivið tær gravir tvær? Deyðan hevur sami maður ætlað tær." 94. „Regin, ormsins bróðir, hann mær ráðini ger, tí hann er mín vinmaður í hesari ferð." 95. “Drekk tú, Regin smiður, spar ei sjálvan teg, hann er tann versti svikari, og svíkja vil hann teg. 96. Hann er tann versti svikari, og svíkja vil hann teg, tí hann hevur svikið í váknagerð. 97. Tí hann hevur svikið í váknagerð, hoyr tú, snari Sjúrður, samlíkt ger hann við teg. 98. Grav tú enn ta triðju, grav hana her íhjá, hoyr tú, snari Sjúrður, ei her inni stá. 99. Grav tú enn ta fjórðu, grav hana skamt ífrá, ein mun av eitrinum tað lívir hon tær tá. 100. Tríati alin er fossurin, ið ormurin undir liggur, uppi standa høvur og sporl, og bukt á homrum liggur. 101. Uppi standa høvur og sporl, bukt á homrum lá. “Hvør er hann so hugdjarvur, ið vega hann torir tá?”’ 102. “Sjúrð skalt tú nevna meg, Sigmundar son, tað var hin unga Hjerdi, hon var hans kona. 103. Sjúrð skalt tú nevna meg, Sigmundar svein, tað var hin unga Hjerdi, hon bar meg í heim.” 104. Tað er Sjúrður Sigmundarson, ríður á heiði Glitra, hann vil vera kempuførur, ið møtir hans brandi bitra. 105. Ormurin liggur á gullinum, ger so stórt eitt skrík, Sjúrður situr á Grana baki, hann býr sítt svørðið til. 106. Ormurin liggur á gullinum, frá man frættast víða, Sjúrður situr á Grana baki, hann býr seg til at stríða. 107. Sjúrður gav so stórt eitt høgg, tað var mikið undur, tá skalv bæði leyv og lund, hann kleyv hann um miðju sundur. 108. Tað var Sjúrður Sigmundarson, sínum svørði brá, hann kleyv henda frænarorm sundur í luti tvá. 109. Sjúrður stokti hjartað, tað var virðin trang, tríati alin var tann teinurin lang. 110. Tað var Sjúrður Sigmundarson, brá fingrar upp í munn, fuglar og so villini djúr tey vórðu honum kunn. 111. Tað søgdu honum villini fuglar, uppi sótu í eik: ”Sjálvur mást tú, Sjúrður, eta tína steik.” 112. Sjúrður stokti hjartað, av teini dró, Regin legðist at drekka ormsins blóð. 113. Tað var Sjúrður Sigmundarson, sínum svørði brá, hann kleyv reystan Regin smið sundur í luti tvá. 114. Árla var um morgunin, roðar fyri sól, bindur upp á Grana bak gullkisturnar tólv. 115. Bindur upp á Grana bak, so er mær frásagt, tólv gullkistur hvørjumegin klakk. 116. Tólv gullkistur hvørjumegin tá, síðan setst hann Sjúrður at ríða omaná. 117. Síðan setst hann Sjúrður at ríða omaná, hann sprakk yvir Lindarnar, og reiður var hann tá. 118. Grani rendi, heiðin kendi, honum var leiðin kunn, Sjúrður svav á teirri nátt undir ein kaldan runn. 119. Sjúrður svav í teirri nátt undir ein kaldan runn, eg svørji tann eið á mína trúgv, hann gisti í Hólmgørðum. 120. Sjúrður klæðist í Hólmgørðum eina morgun snimma, hon fylgdi honum so langt á leið, mangir grátir renna. 121. Sjúrður reið á markir út, ei hans móðir visti, eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. 122. So gongur hann Grani eftir víðan sand, tílíkur kemur eingin aftur á Buðla kongsins land. 123. So gongur hann Grani eftir víðan vøll, tílíkur kemur eingin aftur á Buðla kongsins høll. 124. Tað var hin ungi Sjúrður, sínum svørði brá, síðan kleyv hann Regin smið sundir í luti tvá. 125. Mikið mundi Sjúrður gullið eignast tá, tí at hann vá tann frænarorm, á Glitraheiði lá. 126. Árla var um morgunin, tað roðar fyri sól, hann bindur upp á Grana bak gullkistur tólv. 127. Tólv gullkistur legði hann hvørjuminni klakk, sjálvur settist hann omaná, so er mær frásagt. 128. Síðan settist Sjúrður at ríða omaná, Grani sprakk um lyngheiðir, og reiður var hann tá. 129. Hesturin rennur í oyðimørk, leiðin var honum ei kunnig, Sjúrður svav á teirri nátt undir so køldum runni. 130. So treður hann Grani grót rætt sum vøll, tílíkur kemur eingin aftur í ríka kongsins høll. 131. Nú skal lætta ljóðið av, eg kvøði ei longur á sinni, so skal taka upp annan tátt, og víðari leggja í minni. </poem> == Kelda == * CCF nr. I * TSB nr. E 51 * Úr kvæðasavninum hjá [[Høvundur:Napoleon Nolsøe|Napoleon Nolsøe]] 1840 * [http://www.tjatsi.fo/show.php?sprog=5144b84d6c79ae59d7c8fccde1946e9e&side=520ab5b0fcc8f11ecf89ef14df918390 tjatsi.fo] [[Category:Kvæði]] 1k7s2nwlk9pxhv6brdx3du8hw8hgcvr 3826 3825 2026-04-22T13:28:08Z ~2026-24649-18 2559 3826 wikitext text/x-wiki <poem> 1. Viljið tær nú lýða á, meðan eg man kvøða um teir ríku kongarnar, harum vil eg røða. ''Viðgangur'' '''Grani bar gullið av heiði,''' '''brá hann sínum brandi av reiði,''' '''Sjúrður vann av orminum,''' '''Grani bar gullið av heiði.''' 2. Viljið tær nú lýða á, so er mær greint ífrá, Buðlin kong og Gunnar kong, eg kvøði um báðar tá. 3. So glaðiliga drukku teir síni jól, sámiliga settu teir sín tignarstól. 4. Sigmundur var ein jallsins son, lovar hina ungu Hjerdis, hon var hans kona. 5. Ófriður gekk á ta heilu høll, manniliga vardu teir tá Buðla kongins fjøll. 6. Ófriður gekk á eystur á strand, manniliga vardu teir tað Buðla kongins land. 7. Riðu teir í bardøgum, eingin kemur heim, eftir livir Hjerdis bæði við sorg og mein. 8. Stendist tað av bardøgum, lótu teir sítt lív, eftir livir Hjerdis, Sigmundar vív. 9. Tað var frúgvin Hjerdis, hon akslar kápu blá, so gekk hon í garðin tann, sum Sigmundur lá. 10. ”Liggur tú her, Sigmundur, søtin mín, eg man vera í sorgartíð komin at vitja tín. 11. Hoyr tað, Sigmundur søtin mín eru tey nakað grøðandi sárini tíni?" 12. "Seint manst tú, Hjerdis, fáa til tess ráð gera tey smyrslini, ið grøða kunnu míni sár. 13. Sundur gekk mítt svørðið, sundur gekk mítt spjót, Hundsins synir riðu mær ímót. 14. Hundsins synir skaðan gjørdu mær, eitur var í svørðinum teir bóru at mær. 15. Tá ið eg tað fyrsta sárið fekk, sundur mítt svørðið tógva lutir gekk. 16. Tá ið eg fekk tað annað sár, innarlaga at hjartanum, ið hyggja av tí gár. 17. Tak tú hesar svørðslutir tvá, lat tú teir til smíði at goyma unga soni okra. 18. Frænur eitur ormurin, á Glitraheiði liggur, Regin hann er góður smiður, fáum er hann dyggur. 19. Regin smiður býr fyri handan á, honum skalt tú fáa hesar svørðslutir tvá. 20. Tað, ið tú hevur í vónunum tað er sveinsbarn, ven tað væl við ærum upp, og gev tí Sjúrðar navn. 21. Eg fái ikki, Hjerdi, snakkað longur við teg, tí tað er mín deyðastund, ið komin er á meg." 22. Grátandi snúðist Hjerdi Sigmundi frá, allar hennara hirðkonur tær stóðu henni hjá. 23. Allar hennara hirðkonur tær stóðu henni við, tað var frúgvin Hjerdi hon fell í óvit niður. 24. Tað er enn, sum oftum var tá, tað kom til so brátt, jallin søkti helsótt á teirri somu nátt. 25. Frúgvin læt seg við barni ganga níggju mánar sínar, til at hennara stundum leið, hon føddi ein svein so fínan. 26. Frúgvin læt seg við barni ganga níggju mánar taldar, til at hennara stundum leið, hon føddi ein svein so baldan 27. Tað er enn, sum oftum var tá, duld eru døpul mein, frúgvin er gingin í høgaloft, hon føddi ein ungan svein. 28. Sveipar hon hann í klæði rein tá hann kom í heim, Sjúrða bað hon nevna tann gæviliga svein. 29. Barnið varð borið frá kirkju heim aftur for móður sín, meiri læt hon røkta tað enn alt sítt gull í skrín. 30. Hann veks upp hjá síni móður, Gud gav honum vekst, meiri veks hann í ein mánað enn onnur børn í seks. 31. Hann veks upp hjá síni móður, undir reyðum skildri, lærdi allar listir tær, ið meistarin kjósa vildi. 32. Hann veks upp hjá síni móður, tann tíguliga mann, Hjalprekur kongurin fostraði hann. 33. Hann var seg á leikvølli burt blant aðrar dreingir, hvønn tann tíð teir vreiðir vóru, stóð teim stríð á meingi. 34. Hann var seg á leikvølli burt blant aðrar sveinar, hvønn tann tíð teir vreiðir vóru, stóð teim stríð á meini. 35. Niður settust sveinarnir, vreiðir ið teir vóru: "Líkari var tín faðir at hevnt, enn berja os so stórum." 36. Niður settust sveinarnir, vreiðir vóru báðir: "Líkari var tín faðir at hevnt, enn berja os so sára." 37. Sjúrður kastar reyðum skildri niður á døkka fold, tá hann hoyrdi sín faðirs deyð, hann sortnaði sum ein mold. 38. Hann kastaði svørð og herklæði, hann lysti ei longur at leika, so gekk hann for sína móður við reyðar kinnar og bleikar. 39. Hoyr tað, mín hin sæla móðir, sig mær satt ífrá, varð mín faðir við váknum vigin, ella doyði hann á strá?” 40. ”Eg kann ikki sannari siga tær ífrá, Hundins synir ið tín faðir vá. 41. Hundins synir ið tín faðir vá, tað verður ikki, meðan tú livir, tú sømdir av teim fár.” 42. Sjúrður svarar síni móður alt tað sum hann kann: "Ofta veksur í ungum rakka hvassar tenn í rann. 43. Sjúrður svarar síni móður alt tað sum hann kundi: "Ofta veksur í ungum rakka hvassar tenn í munni." 44. Hjerdi veit sær eina breyt, læsir upp ta kistuna, full er innan við skreyt. 45. Hon læsir upp ta kistuna, full var við gull og fæ, hon tók upp ta skjúrtuna og kastar honum á knæ. 46. Hon tók upp ta skjúrtuna, øll var í blóði drigin: ”Her skalt tú síggja tey herklæðir, hvarí tín faðir er vigin. 47. Tak tú hesar svørðslutir tvá, lat tú teir til smíði, eitt annað svørð at slá. 48. Frænur eitur ormurin, á Glitraheiði liggur, Regin hann er góður smiður, fáum er hann dyggur. 49. Regin smiður býr fyri handan á, honum skalt tú fáa hesar svørðslutir tvá. 50. Gakk tú teg at fossinum, kasta stein í á, tak so tann av hestunum, ið ikki víkir frá!" 51. Hann tók tann av hestunum, ið ikki víkti frá, um varð hann kallaður, hann eitur Grani grá. 52. Sjúrður klæðist í síni song eini morgun snimma: „Nú lystir meg yvir um á Regin smið at finna.“ 53. Sjúrður er riðin fyri dyrnar fram, Regin kastar øllum smíði, hann tók sær jarn í hand. 54. ”Ver vælkomin, Sjúrður, higar nú til mín, drekk nú, hvat tær betur líkar, mjøðin ella vín!” 55. ”Lítið er mær um mjøðin tín, hálvvæl minni um vín, onnur havi eg ørindini higar í dag til tín. 56. Tak tú hesar svørðslutir tvá, vita tað, reystur Regin smiður, eitt annað svørð út slá. 57. Smíða skalt tú mær svørðið virðiliga væl, bæði skal eg vega við tí jarn so sum stál. 58. Smíða skalt tú mær svørðið skært og so reint, bæði skal eg vega við tí jarn so sum stein.” 59. "Hoyr tú, snari Sjúrður, tú ert mær so kærur, dvølst tú nakað úr ríkinum, ver í nátt hjá mær!" 60. "Eg fái ikki, Regin smiður, dvalst her hjá tær, Hjalprekur saknar mín úr hásæti frá sær." 61. Regin gongur at sterkum stiðja, leggur jarn í eld, tíggju næturnar hevði hann tað í gerð. 62. Tíggju næturnar hevði hann tað í gerð, tá var snari Sjúrður riðin har á ferð. 63. Sjúrður er riðin fyri dyrnar fram, Regin kastar øllum smíði hann tók sær svørð í hand. 64. "Ver vælkomin, Sjúrður, smíðað havi eg svørð, bilar tær hvørki hjarta ei hug’ tú verður til víggja før. 65. Smíðað havi eg svørðið virðiliga væl, bæði skalt tú vega við tí jarnið so sum stál. 66. Smíðað havi eg svørðið skært og so reint, bæði skalt tú vega við tí jarn so sum stein." 67. Sjúrður gongur at sterkum stiðja, høggur við ein fart: ”Sundur mítt svørðið í tógva lutir brast. 68. Deyðan ert tú, Regin smiður av mær verð, at tú hevur svikið meg í váknargerð. 69. Smíða skalt tú mær annað, skal tað verða so, hoyr tað, reystur Regin smiður, lív skalt tú ei fá.” 70. ”Smíði eg tær annað, verður tað ikki so, hjartað úr orminum tað leggi eg treytir á.“ 71. Regin gongur at sterkum stiðja, leggur jarn í eld, tríati næturnar hevði hann tað í gerð. 72. Tríati næturnar hevði hann tað í gerð, tá var snari Sjúrður riðin har á ferð. 73. Sjúrður er riðin fyri dyrnar fram, Regin kastar øllum smíði, hann tók sær svørð í hand. 74. ”Ver vælkomin, Sjúrður, smíðað havi eg svørð, bilar tær hvørki hjarta ei hug, tú verður til víggja før. 75. Smíðað havi eg svørðið virðiliga væl, bæði kannst tú vega við tí jarn so sum stál. 76. Smíðað havi eg svørðið skært og so reint, bæði kannst tú vega við tí jarn so sum stein.” 77. Sjúrður gongur at sterkum stiðja, leggur svørðið til, sundur kleyv hann stóra stiðja standandi niður. 78. Sjúrður gongur at sterkum stiðja, høggur við ein fart, hvørki mátti røkka ei støkka, so var svørðið hart. 79. Sjúrður gav so stórt eitt høgg, orna tók hans blóð, hann kleyv sundur stóra stiðja niður á hallargólv. 80. Vá hann ormin giltum upp, annað so sum tá, Gramm kallaði hann svørðið, á hallargólvi lá. 81. ”Hoyr tú, snari Sjúrður, tú ert so rask ein mann, hvar stendur tín ferðin, og hvar ríður tú fram?” 82. "Fyrst ríði eg í randargný Hundins synir at vinna, síðan aftur á Glitraheiði, tað fýsir meg minna.“ 83. Tað er reystur Regin smiður, mælir so fyri sær: „Kvittar tú á Glitraheiði, lat meg fylgja tær.“ 84. Tað var Sjúrður Sigmundarson, skortar hann ei eyð, hann reið seg í randargný, hann hevndi sín faðirs deyð. 85. Hann reið seg í randargný, vælkomin aftur úr teirri, síðan aftur úr ríkinum hann kvittar á Glitraheiði. 86. Tað var Sjúrður Sigmundarson, reið fram yvir skeið, møtir hann einum gomlum manni setast niður á leið. 87. Ein kom maður á víðan vøll fram, eingin ið hann kendi, eittans eyga í heysi bar, ein finskan boga í hendi. 88. Ein kom maður á víðan vøll fram, eyga hevði sum bolli, eittans hár á hesum dára, toppur á miðjum kolli. 89. Ein kom maður á víðan vøll fram, vá við eggjateini, eittans eyga í heysi ber, og knepta brók á beini. 90. “Hoyr tú, snari Sjúrður, tú ert so rask ein mann, hvar stendur tín ferðin, og hvar ríður tú fram?” 91. ”Fyrst reið eg í randargný Hundins synir at vinna, nú lystir meg á Glitraheiði, tað fýsir meg minna. 92. Eg reið meg í randargný, væl komin aftur úr teirri, síðan aftur úr ríkinum eg kvitti á Glitraheiði.” 93. "Hvør hevur biðið teg, Sjúrður grivið tær gravir tvær? Deyðan hevur sami maður ætlað tær." 94. „Regin, ormsins bróðir, hann mær ráðini ger, tí hann er mín vinmaður í hesari ferð." 95. “Drekk tú, Regin smiður, spar ei sjálvan teg, hann er tann versti svikari, og svíkja vil hann teg. 96. Hann er tann versti svikari, og svíkja vil hann teg, tí hann hevur svikið í váknagerð. 97. Tí hann hevur svikið í váknagerð, hoyr tú, snari Sjúrður, samlíkt ger hann við teg. 98. Grav tú enn ta triðju, grav hana her íhjá, hoyr tú, snari Sjúrður, ei her inni stá. 99. Grav tú enn ta fjórðu, grav hana skamt ífrá, ein mun av eitrinum tað lívir hon tær tá. 100. Tríati alin er fossurin, ið ormurin undir liggur, uppi standa høvur og sporl, og bukt á homrum liggur. 101. Uppi standa høvur og sporl, bukt á homrum lá. “Hvør er hann so hugdjarvur, ið vega hann torir tá?”’ 102. “Sjúrð skalt tú nevna meg, Sigmundar son, tað var hin unga Hjerdi, hon var hans kona. 103. Sjúrð skalt tú nevna meg, Sigmundar svein, tað var hin unga Hjerdi, hon bar meg í heim.” 104. Tað er Sjúrður Sigmundarson, ríður á heiði Glitra, hann vil vera kempuførur, ið møtir hans brandi bitra. 105. Ormurin liggur á gullinum, ger so stórt eitt skrík, Sjúrður situr á Grana baki, hann býr sítt svørðið til. 106. Ormurin liggur á gullinum, frá man frættast víða, Sjúrður situr á Grana baki, hann býr seg til at stríða. 107. Sjúrður gav so stórt eitt høgg, tað var mikið undur, tá skalv bæði leyv og lund, hann kleyv hann um miðju sundur. 108. Tað var Sjúrður Sigmundarson, sínum svørði brá, hann kleyv henda frænarorm sundur í luti tvá. 109. Sjúrður stokti hjartað, tað var virðin trang, tríati alin var tann teinurin lang. 110. Tað var Sjúrður Sigmundarson, brá fingrar upp í munn, fuglar og so villini djúr tey vórðu honum kunn. 111. Tað søgdu honum villini fuglar, uppi sótu í eik: ”Sjálvur mást tú, Sjúrður, eta tína steik.” 112. Sjúrður stokti hjartað, av teini dró, Regin legðist at drekka ormsins blóð. 113. Tað var Sjúrður Sigmundarson, sínum svørði brá, hann kleyv reystan Regin smið sundur í luti tvá. 114. Árla var um morgunin, roðar fyri sól, bindur upp á Grana bak gullkisturnar tólv. 115. Bindur upp á Grana bak, so er mær frásagt, tólv gullkistur hvørjumegin klakk. 116. Tólv gullkistur hvørjumegin tá, síðan setst hann Sjúrður at ríða omaná. 117. Síðan setst hann Sjúrður at ríða omaná, hann sprakk yvir Lindarnar, og reiður var hann tá. 118. Grani rendi, heiðin kendi, honum var leiðin kunn, Sjúrður svav á teirri nátt undir ein kaldan runn. 119. Sjúrður svav í teirri nátt undir ein kaldan runn, eg svørji tann eið á mína trúgv, hann gisti í Hólmgørðum. 120. Sjúrður klæðist í Hólmgørðum eina morgun snimma, hon fylgdi honum so langt á leið, mangir grátir renna. 121. Sjúrður reið á markir út, ei hans móðir visti, eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. 122. So gongur hann Grani eftir víðan sand, tílíkur kemur eingin aftur á Buðla kongsins land. 123. So gongur hann Grani eftir víðan vøll, tílíkur kemur eingin aftur á Buðla kongsins høll. 124. Tað var hin ungi Sjúrður, sínum svørði brá, síðan kleyv hann Regin smið sundir í luti tvá. 125. Mikið mundi Sjúrður gullið eignast tá, tí at hann vá tann frænarorm, á Glitraheiði lá. 126. Árla var um morgunin, tað roðar fyri sól, hann bindur upp á Grana bak gullkistur tólv. 127. Tólv gullkistur legði hann hvørjuminni klakk, sjálvur settist hann omaná, so er mær frásagt. 128. Síðan settist Sjúrður at ríða omaná, Grani sprakk um lyngheiðir, og reiður var hann tá. 129. Hesturin rennur í oyðimørk, leiðin var honum ei kunnig, Sjúrður svav á teirri nátt undir so køldum runni. 130. So treður hann Grani grót rætt sum vøll, tílíkur kemur eingin aftur í ríka kongsins høll. 131. Nú skal lætta ljóðið av, eg kvøði ei longur á sinni, so skal taka upp annan tátt, og víðari leggja í minni. </poem> == Kelda == * CCF nr. I * TSB nr. E 51 * Úr kvæðasavninum hjá [[Høvundur:Napoleon Nolsøe|Napoleon Nolsøe]] 1840 * [http://www.tjatsi.fo/show.php?sprog=5144b84d6c79ae59d7c8fccde1946e9e&side=520ab5b0fcc8f11ecf89ef14df918390 tjatsi.fo] [[Category:Kvæði]] 6uwo6kdlulqx1mycp4r1lxgclhv0ejw Høvundur:Hannes Hafstein 0 2437 3832 3802 2026-04-22T14:56:15Z Aschroet 2560 Links moved to Wikidata 3832 wikitext text/x-wiki [[w:is:Hannes Hafstein|Hannes Hafstein (1861-1922)]] *[[Avindsjúkur]] [[Bólkur:Høvundar|Hannes Hafstein]] [[Bólkur:Hannes Hafstein|*]] tct0hu7uhzrtl8d1bylswr8ok9kp58y Høvundur:Jens Christian Djurhuus 0 2439 3831 3812 2026-04-22T14:55:50Z Aschroet 2560 Links moved to Wikidata 3831 wikitext text/x-wiki [[w:Jens Christian Djurhuus|Jens Christian Djurhuus (1773 - 1853)]] == Verk == *[[Lorvíks-Páll]] *[[Ormurin Langi]] *[[Sigmundskvæði yngra]] [[Bólkur:Høvundar|Djurhuus, Jens Christian]] [[Bólkur:Jens Christian Djurhuus|*]] ftbc98iajdx8ufwcwxh7webv9xgez01 Høvundur:Bernhard Severin Ingemann 0 2446 3827 3806 2026-04-22T14:54:34Z Aschroet 2560 Links moved to Wikidata 3827 wikitext text/x-wiki [[w:da:B.S. Ingemann|Bernhard Severin Ingemann (1789 - 1862)]] == Verk == *[[Nú hvíld er yvir bygd og bý]] [[Bólkur:Høvundar|Ingemann, Bernhard Severin]] [[Bólkur:Bernhard Severin Ingemann|*]] nobjok9masz7m866m8w765w7p76nhko Høvundur:Johan Nordahl Brun 0 2447 3829 3813 2026-04-22T14:55:29Z Aschroet 2560 Links moved to Wikidata 3829 wikitext text/x-wiki [[w:no:Johan Nordahl Brun|Johan Nordahl Brun (1745–1816)]] == Verk == *[[Andanna andi, stíg nú frá tí høga]] [[Bólkur:Høvundar|Brun, Johan Nordahl]] [[Bólkur:Johan Nordahl Brun]] ffkbcspeyaejyl3cph07e76z6fyy3qu Høvundur:Johan Olof Wallin 0 2448 3830 3814 2026-04-22T14:55:41Z Aschroet 2560 Links moved to Wikidata 3830 wikitext text/x-wiki [[w:sv:Johan Olof Wallin|Johan Olof Wallin (1779 - 1839)]] == Verk == *[[Eitt heim, eitt varandi heim ei her]] [[Bólkur:Høvundar|Wallin, Johan Olof]] [[Bólkur:Johan Olof Wallin|*]] nc0u5d5im9n8sw9hfcaeh2drhj3zh3j Høvundur:Venceslaus Ulricus Hammershaimb 0 2451 3828 3810 2026-04-22T14:55:13Z Aschroet 2560 Links moved to Wikidata 3828 wikitext text/x-wiki [[:w:Venceslaus Ulricus Hammershaimb|Venceslaus Ulricus Hammershaimb (1819 - 1909)]] Útgivið: *Færøiske Kvæder. Bind II, København 1855. **[[Margretu kvæði]]. S. 165-167. *Færøsk Anthologi, København 1891. Bind I. [[:c:Category:Færøsk Anthologi 1|Commons]] **[[Ormurin Langi]]. Bind I, s. 270–282. **[[Kópakonan]]. Bind I, s. 345–348. [[Bólkur:Høvundar|Hammershaimb, Venceslaus Ulricus]] 8drzje8ip581wqxv157tx5qaiw5bb5x Høvundur:Napoleon Nolsøe 0 2453 3824 2026-04-22T12:33:30Z ~2026-24649-18 2559 Stovnaði síðu við "[[:w:Napoleon Nolsøe|Napoleon Nolsøe (1809 - 1877)]] Savnað: *Kvæðabók í trimum bindum, 1840–1851 (handrit). **[[Regin smiður]] [[Bólkur:Høvundar|Nolsøe, Napoleon]]" 3824 wikitext text/x-wiki [[:w:Napoleon Nolsøe|Napoleon Nolsøe (1809 - 1877)]] Savnað: *Kvæðabók í trimum bindum, 1840–1851 (handrit). **[[Regin smiður]] [[Bólkur:Høvundar|Nolsøe, Napoleon]] npyhaaumnvwx60pgaf4nvujlu3zkfyo